Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Mánadagin tann 9. september varð  heimildar filmurin um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir ,”Heartist” vístur í fjarskotnu bygdini í Eysturgrønlandi, Kuummiut.

Sigrun var sjálv til staðar.

Orsøkin til, at hon tók hetta stigið, at geva kummiuttum  møguleikan at síggja vælumtókta filmin, botnar í ynskjunum um at veita teim eina tøkk fyri tíðina, hon, saman við manni og synum, búleikast í Kuummiut fyri mongum árum síðan. Ein tøkk fyri vinsemi og vælvild sum familjan á so mangan hátt hevði møtt.

Filmurin varð vístur í skúlanum og hugaligt var at uppliva, at ein stórur partur av bygdini hevði leitað sær á gátt.

Sigrun, tulkað av skúlastjóranum Lauru Táunájik, bjóðaði vælkomið, róð afturá og hugleiddi í stuttum um tíðina, tá hon og familjan í 1998 á fyrsta sinni komu til Kuummiut , saknurin av teim mongu, ið farin vóru og gleðin í at hitta ”nýggj andlit”.

Fleiri børn vóru eisini møtt og var tað hugaligt at síggja, hvussu hugtikin eisini tey vóru av filminum.

Fleiri av upptøkunum eru jú úr Grønlandi , somuleiðis fleiri málningar,sum síggjast í filminum, eru við motivum úr Kuummiut og aðrir við íblástri úr Kuummiut.

Við filmslok fekk hvørt húski faldaran ”Uummatip takusani puigorneq ajorpai” (Tað hjartað sær – gloymist ei) har fleiri av málningum Sigrunnar úr Grønlandi er í. Faldarin er á grønlendskum, umframt á enskum og donskum.

Ein sera væleydnað løta, sum endaði við ”kaffimik”, har Sigrunsa skuffukøkur ”fingu bein at ganga á” frættist úr Kuummiut, frætta vit úr Grønlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo