Í morgin fyrst gul av landsynningi, sum dagurin líður heldur frískari vindur og móti kvøldi kanska eitt ælstroyggj. Dagurin byrjar við 8 hitastigum men endar við 11-12 stigum.
Týsdagin frískur vindur lágt, kanska mest av útsynningi, sólglottar allan dagin, turt og hitin um 12 stig.
Mikudagin sær sólin allan dagin, tað verður frískur vindur av suðri, turt og hitin um 14 stig.
Hósdagin sum frálíður mestsum logn, kanska ein ond eystaneftir, turt og sólløtur og hitin 10-12 stig.
Fríggjadagin sær sólin aftur, gul eystaneftir, hitin 12-14 stig.
Næsta vikuskiftið verður veðrið gott við lítlum vindi eystaneftir, sól og hita ímillum 10 og 14 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo