Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: 21. september er Altjóða Alzheimerdagur. Í hesum sambandi verður skipað fyri einum kunningartiltaki í Tórsgøtu frá klokkan 11 til 16.

Tað er Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur tikið stig til tiltakið í samstarvi við Almannaverkið, Alzheimerfelagið, Demensklinikkina, Beran, Nánd og Norðoya Bú og Heimatænastu.

Nógvar áhugaverdar framløgur vera á skránni og tónleikaframløgur vera eisini. Høvi verður at hitta umboð fyri stovnarnar og felagsskapirnir og at fáa eitt prát.

Framløgurnar eru

· Demensur og útgreinan av demens, Tórmóður Stórá , yvirlækni 

· Alzheimerfelagið, Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum

· Granskingarverkætlan, Maria Skaalum Petersen, granskari

· At vera avvarðandi, Anna Vilhelmsen, neuropsykologur

· Landssdemenssamskipan v Marjun Restorff, Demensklinikkin

· Kommunal demenssamskipan, Diana J Strøm og Barbara S Djurhuus, Demensdepilin

· Dagtilboð í Almannaverkinum, Súsanna Crooks,  leiðari Almannaverkið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo