Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í gjárkvøldið seldu skoramenn í Vestmanna veðrar, sum hava gingið í Góðmansskor, á uppboði. 

Uppboðssølan var á Heygum sum hon plagar, og nógv fólk vóru komin at bjóða ella fylgja við, hvussu leikur fór.  

Tveir veðrar vórðu seldir livandi og nakrir í stykkjum, høvd, síður, limir og ryggjastykkir.

Besta prísin fekk størri veðrurin. Hann fór fyri 15.500 krónur, og varð flettur beinanvegin. Hann vigaði 68 pund.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo