Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í samband við at áhugabólkurin “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum” hevði 5 ára føðingardag tann 11. juni í ár,  verður skipað fyri einum almennum pallborðsfundi mikudagin 25. septembur. kl. 19.00 í Smæruni, Tórshavn.

Í februar 2023 handaði Dagstovnaráði tilmæli “Fyri barnsins besta”  til Landstýrismannin í Barna - og útbúgvingarmálum og til Kommunufelagið. Í tilmælinum eru 15 tilmæli um hvussu betrast kann um umstøðurnar hjá børnum og starvsfólkum á dagstovnaøkinum. 

Tilmæli er býtt í fýra høvuðsøkir: 

  1. Børn hava rætt til

  2. Útbúgving

  3. Nøktandi arbeiðsumstøður

  4. Menningareind fyri dagstovnar 

Tilmælið kann lesast her: https://www.bumr.fo/fo/kunning/alit/fyri-barnsins-besta-tilmaeli-fra-dagstovnaradnum-2023

Á pallborðsfundinum verður sjóneykan sett á tríggjar tættir, Trý viðurskifti, sum eiga at vera raðfest ovast, tá talan er um at fáa meira námsfrøði á dagstovnaøkið. 

1. Hóskandi starvsfólkorka og stødd á barnabólkum - tilmæli 02

2. Krøv til innandura og uttandura viðurskiftir - tilmæli 03

3. Tíð til námsfrøðiligu uppgávurnar - tilmæli 11

Við pallborði sita: 

Djóni Nolsøe Joensen, Landstýrismaður í Barna - og útbúgvingarmálum

Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu 

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu 

Óluva Zachariassen er orðstýrari á fundinum. 

Hetta er ein almennur pallborðsfundur, har øll sum hava áhuga fyri menning av dagstovnanámsfrøðini í Føroyum, eru hjartaliga vælkomin. 

Nevndin fyri “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”
Elin N W Tausen, forkvinna
Jóna Guttesen, kassameistari
Ingerð Andreassen, skrivari
Edda Hjartvarsdóttir
Ingilín Berg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo