Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Í kvøld varð eg boðin í biograf í Vestmanna. Við útsikt til Gideon og Føroya elsta biograf, fekk eg fyrst salat við geitaosti, sum Rúna og Thomas høvdu gjørt í hugnaligu húsunum við Skálaveg. So varð tendrað í biografinum niðriundir við nýbryggjaðum kaffi afturvið.

Hóskvøldið 26. septembur byrjar Kringvarpið at senda nýggjar heimildarfilmar. Fyrsti er ein nærgangandi lýsing av 53 ára gamla leirvíkinginum, Jóannesi Joensen. Mystiska heitið sipar til at høvuðspersónurin, sum við egnum orðum lýsir seg skizofrenan, dámar at syngja og síggja út sum Elvis.

Tá hann í drúgva tíð hevði gjørt tað til yvirmáls á Mallorka við einum sjovi, sum vardi hálvan annan tíma hvørja ferð, fellir hann ein dag í 1997 í óvit á strondini. Vaknaður, sær hann Jesus fyri sær, peikandi uppeftir við aðrari hondini, og niðureftir við hinari. Eftir hetta tekin fer hann aftur til heimbygdina.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo