Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fleiri hava helst varnast, at tað er sera lýtt í veðrinum í morgun. 

Tað er fitt av vindi av lágætt, og tað hevur tað verið nú í nakrar dagar. Vanliga kemur lýkkan við lágættini.

Eins og myndin, sum er frá klokkan hálvgum átta í morgun, vísir, so er sera lýtt um alt landið, serliga á Viðareiði, har veðurstøðin hjá Landsverki sigur 19 stig. Men eisini í Suðuroynni er óvanliga lýtt, upp í 16 stig sambært Landsverki.

Til ber at fylgja við her

Forsøgnin hjá Veðurstovu Føroya er tó ikki so bjartskygd um dagin í dag. Á heimasíðuni stendur, at hitin í dag fer at koma upp í 14 stig, og tað kølnar sum dagurin líður.

Sambært forsøgnini verður gott veður næstu dagarnar. Sólin sær, og vindurin fer at minka burtur í einki. Ættin verður fyri tað mesta eystaneftir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo