Enn sæst okkurt av trýmastraðu skonnartini Stellu Mariu úr Klaksvík sum strandaði á einum sandrivi útfyri Fleetwood í Onglandi í 1941.
Teir vóru á veg úr Írlandi við ísfiski, men komu illa fyri í ringum sjógvi beint út fyri havnina, og endaðu á einum sandrivi. Manningin, 8 mans, varð bjargað av bjargingarfelagnum í Fleetwood, har tveir fingu silvurmedalju fyri ótrúliga avrikið.
Til ber at lesa meira um sjálva hendingina her
Ein lesari hevur sent okkum myndir av leivdunum av Stellu Mariu. Lítið meira enn motorurin og dekkið í kabússini eru at síggja, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo