Landsdysturin ímillum Føroya og Ukraina í Havn í kvøld endaði 26-25 eftir at Føroyar vóru í hølunum á Ukraina tað mesta av dystinum. Fyrstu minuttirnar av dystinum vóru Føroyar tó frammanfyri við fleiri málum.
Endaliga úrslitið við bert einum máli á muni, lýsir væl dystin, tí Føroyar vóru fleiri ferðir við at koma upp á javnleik, men rukku kortini ongantíð málinum.
Eitt sum gjørdi stóran mun var evnini hjá liðunum báðum tá tað um brotskøst ráddi. Her fekk Ukraina síni ígjøgnum í føroyska endanum ímeðan tað eydnaðist ukrainska málmanninum at standa sum ein skansi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo