Hósdagin 25. mars 2021 eru 75 ár síðani Fuglafjarðar Ítróttarfelag varð stovnað.
Dagurin verður hildin á vøllinum í Fløtugerði hósdagin frá klokkan 16:30 – 18:30.
Á skránni eru røður, tónleikaframførslur og rundvísing í nýggja og stásiliga ÍF-húsinum. Og okkurt verður eisini til góman – bæði til tey vaksnu og til børnini.
Navnið, Fuglafjarðar Ítróttarfelag, bleiv broytt til Ítróttarfelag Fuglafjarðar í áttati-árunum. Hetta varð gjørt fyri, at betur samsvar skuldi verða við stuttstavingina ÍF, sum kortini hevði verið brúkt øll árini.
Men ítróttur, ikki minst fótbóltur, hevur sjálvsagt verið íðkaður í bygdini langt áðrenn stovningardagin hjá ÍF, 25. mars 1946. Og eitt nú vísa skjøl, at “Fuglafjarðar Bóltfelag” varð stovnað í februar í 1938. Helst hevur Annar Heimsbardagi gjørt sítt til, at bóltfelagnum ikki varð lív lagað.
Stóra takið hjá øllum, bæði áðrenn nakað felag varð stovnað, og hjá teimum sum vóru við at til stovna Fuglafjarðar Bóltfelag og seinni Ítróttarfelag Fuglafjarðar, var at fáa ein fótbóltsvøll í bygdini. Við ágrýtni, miðvísum arbeiði og góðum samstarvi millum ítróttina og myndugleikarnar í bygdini eydnaðist hetta. Og í 1956 var komið so langt við arbeiðinum, at ungdómar kundu fara frá sildatunnunum á kaiini og niðan á vøllinum í Fløtugerði at venja og spæla dystir – bæði fótbólt og handbólt.
Umstøðurnar í Fløtugerði eru aðrar í dag enn tær vóru fyri 65 árum síðani. Bert fyri at nevna okkurt: hesi árini er vøllurin vaksin munandi, graslíki er lagt á, og eitt tíðarhóskandi og snotiligt hús er tikið í brúk. Men krøvini til felagið, nevnd, leikarar, venjarar v.m. eru eisini munandi broytt og økt hesi árini.
Tað er helst ikki ov nógv sagt, at ÍF, so ella so, hevur verið ímyndin av ítróttini í bygdini. Og m.a. kappróðurin og flogbólturin eru “børn” hjá ÍF, sum myndaliga talað eru flutt út, og hava sett føtur undir egið borð. Og hóast hondbólturin ikki er sjónligur í bygdini í dag, so var hann ein týðandi ítróttargrein í felagnum heilt fram til 1966.
Men nú er so Ítróttarfelag Fuglafjarðar, ÍF, 75 ár.
Og tað fara vit at hátíðarhalda. Fyrsta løtan verður nú hósdagin 25. mars 2021 klokkan 16:30 á vøllinum í Fløtugerði.
Verið hjartaliga vælkomin – fuglfirðingar og ítróttarvinir kring landið.
Fuglafjørður, 20. mars 2021
Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo