Klaksvíkar kommuna: Í gjár spældi besta mansliðið hjá KÍ sín fyrsta heimadyst í hesum kappingarárinum. Samstundis varð nýggja skýlið, vanliga rópt Bláa skýlið, tikið alment í nýtslu. Ikki kann sigast annað enn, at skýlið er sera snøgt og fjálgar um fótbóltsupplivingina á Djúpumýru.
Áðrenn dysturin millum KÍ og NSÍ varð bríkslaður ígongd, nýttið Karl Johansen, borgarstjóri, høvið at siga nøkur orð, har hann m.a. ynskti KÍ góða eydnu við kappingini og gav skýlið til KÍ og FSF at nýta. FSF hevur nevnliga víst áhugað í at hýsa dystum hjá kvinnulandsliðnum og ungdómslandsliðum í Klaksvík, tá ið leikvøllurin hevur fingið sína endaligu UEFA flokk 2 góðkenning.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo