Klaksvíkar Badmintonfelag: Seinasta vikuskifti var FM2021 í einmansleiki í Badminton í Klaksvík.
Tað vóru 95 spælarar meldaðir til frá trimum feløgum. HBF kom við 54 spælarum, KBF við 30 spælarum og ÍF kom við 11 spælarum. Kapppingin var hildin í badmintonhøllini og í KÍ-Høllini, og vóru 175 dystir spældir á teimum tíggju bánunum.
Kappingin gekk gott og gjørdist Klaksvíkar Badmintonfelag best við at vinna seks gull, meðan Havnar Badmintonfelag vann fýra gullheiðursmerkju.
Aritra Nandy hevur ábyrd av venjingunum hjá KBF og sigast má, at tað verður gjørt eitt gott arbeiði, tí venjingartímarnir eru sera avmarkaðir, ungdómurin hjá KBF hevur bert 11 venjingartímar um vikuna.
Vinnarnir í U9 gjørdust hjá dreingjum tann bert 6 ára gamli Aron Arge úr KBF og hjá gentum gjørdist Gunhild Arge føroyameistari.
Hjá U11 vann HBF hjá gentum við Tóru Erlandsdóttir meðan Jónas Festurstein Dam úr KBF gjørdist Føroyameistari hjá dreingjum.
Hjá U13 gjørdist Osla Johannesen úr KBF føroyameistari og Tóki Yngvason Gottesen úr HBF vann gull hjá dreingjum.
Í U15 gjørdist Ranja Joensen úr KBF føroyameistari meðan Christian Berg Petersen úr HBF vann gull hjá dreingjum
Í U17 gjørdist Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF Føroyameistari hjá kvinnum, meðan Bjarti Samson Vang úr HBF gjørdist Føroyameistari hjá monnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo