FSF: Samstundis sum A-landsliðið við monnum er á ferð í Moldova, Eysturríki og Skotlandi í samband við fyrstu dystirnar í komandi HM-undankapping, eru U21-landsliðsspælararnir boðsendir á venjingarlegu.
23 spælarar eru úttiknir til venjingarleguna, sum verður í Havn frá 24. til 27. mars.
Fyrsti dystur í EM-undankappingini hjá U21-landsliðnum verður á heimavølli tann 8. juni, tá armenar koma hendan vegin.
Men áðrenn tað, tann 3. juni, skulu U21-dreingirnir spæla venjingardyst ímóti íslendska U19-landsliðnum, ið eisini skal møta føroyska U19-landsliðnum, meðan teir eru á føroyavitjan í summar.
Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Dánial Danielsen, NSÍ
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Dann Fróðason, 07 Vestur
Børge Petersen, KÍ
Ári Arge, EB/Streymur
Noah Hans Mneney, Víkingur
Pætur Skipanes, NSÍ
Ási P. Dam, HB
Magnus Holm Jacobsen, B36
Gundur E. Petersen, ÍF
Elias El Moustage, EB/Streymur
Ragnar Skála, AB
Geza David Turi, Víkingur
Stefan Radosavljevic, HB
Lukas Giessing, HB
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Jonn Johannessen, KÍ
Símun Sólheim, EB/Streymur
Steffan Løkin, B68
Áki Debes Samuelsen, HB
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo