Á fundi herfyri í Mentamálanevndini hjá Vágs kommunu, var einmælt samtykt, at játtađ stuđul til SuSvim til ein stórskíggja.
Stuðilin var beint yvir 200.000 kr, sum er til ein stórskíggja.
Játtanin var eisini einmælt samtykt av fíggjarnevndini hjá Vágs kommunu.
Verandi stórskíggi er ein 25 ára gamal skermur, sum er latin sum gáva frá Tórshavnar kommunu.
SuSvim hevur nú keypt skermin frá Framskák. Hetta eru somu skermar, sum verða brúktir í donsku svimjuhallunum í dag. Talan er um ein skerm á 7,37 m2.
Eins øll onnur ítróttarøki og ítróttur annars metir Levi Mørk, sum er formađur í Mentamálanevndini hjá Vágs kommunu, at tað er alneyðugt at SuSvim og Páls Høll fáa nýggjan stórskíggja.
Hin stórskíggin er ikki nútíđarhóskandi og nú er tíđin komin, at okur í Vágs kommunu geva SuSvimeina hjálpandi hond hesum viðvíkjandi.
Hesin skermur fer, at gera alt nógv nemmari at hjá SuSvim, at avgreiða svimjikappingar sum koma framyvir í Pál´s Høll.
Levi Mørk sigur víðari, at seinasta ár fekk Vágs Høll eina nýggja klokku og í vikuni samtykti Vágs Býráð atjáttað Vágs Kappróðrarfelag og FC- Suðuroy 80.000 kr í part til bæði feløgini.
Eisini var ein umșókn frá felagnum Johanna TG326, har játtað var ein stuðil uppá 60.000 kr. Vantandi verður nýggi stórskíggin hjá SuSvim klárurtil kappingina ” SuSvim Open ”, sum verður í Páls Høll vikuskifti 10 – 11 apríl í ár
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo