FBF Úrslit: D12: TB a – SÍ 2-0 (25-17, 25-17)
Javnt var leingi í fyrsta setti, men eftir at SÍ legði seg á odda 9-7, kom stígur í, og TB vann settið 25-17.
TB fekk eina flúgvandi byrjan í øðrum setti og legði seg á odda 7-3, men brátt hevði SÍ bart seg upp aftur á 7-8. Men so gjørdi TB enn eitt skarvslop upp á 21-10, áðrenn gullið varð tryggjað við 25-17.
Hetta var fyrsta føroyameistaraheiti til TB síðani 2017, tá G16 vunnu, og tað fyrsta hjá dreingjum síðani 2014, tá TB vann í D12 og D14.
(Vit tora ikki at siga við 100% vissu, at hetta er rætt, men við 97%. Um hetta er skeivt, rættið okkum so endiliga).
Bestu leikarar í finaluni:
Lukas Poulsen, SÍ
Ólavur Hammer, TB a
Haraftrat vann TB b bronsu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo