Landsdysturin millum Føroyar og Moldova endaði við javnleiki 1-1.
Føroyar byrjaðu væl í fyrra hálvleiki, men orsakað av einum verjufeili eydnaðist tað Moldova at leggja seg á odda longu eftir 10 minuttir.
Føroysku leikararnir tyktust rættliga fjálturstungnir og fyrri hálvleikur var einki at skriva heim um.
Føroyska landsliðið spældi munandi betri í seinna hálvleiki.
Føroyar løgdu eitt konstant trýst á Moldova, sum so eisini gav bonus.
Tá ið 82 minuttir vóru leiktir eydnaðist tað Meinhard Olsen at javna til 1-1.
Sum heild eitt nøktandi úrslit, hóast føroyska landsliðið ikki spældi upp til sítt besta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo