![A Menn Venjing Ernst Happel Stadion 27 03 2021 25](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/5/b/csm_A_Menn_Venjing_Ernst-Happel-Stadion_27-03-2021-25_8dcb438aad.jpg)
Venjarar og spælarar leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Eysturríki - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Í løtuni verður seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin millum Eysturríki og Føroyar, sum verður á Ernst-Happel stadion í Wien sunnukvøldið klokkan 20:45, lokala tíð. Tað er klokkan 19:45 føroyska tíð.
Føroyska ferðalagið kom úr Moldova til eysturríkska høvuðsstaðin fríggjanáttina, og longu beint eftir middag fríggjadagin vóru spælararnir longu á vøllinum aftur.
Umstøðurnar í Eysturríki eru góðar, og sum heild eru allir væl fyri til stóru uppgávuna, ið bíðar á Ernst-Happel stadion sunnukvøldið. Kring leikvøllin er pláss fyri 80.000 á skorðarum, men til dystin hesaferð verður tómt á áskoðaraplássunum.
Landsdysturin sunnukvøldið millum Eysturríki og Føroyar er tann sjeyndi í røðini, síðan føroyska 1-0 sigurin í 1990. Eysturríkar hava vunnið fýra ferðir, og í oktober í 2008 gjørdist úrslitið javnleikur 1-1 á Tórsvølli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo