Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost - Mynd: www.FSF.fo

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost - Mynd: www.FSF.fo

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost - Mynd: www.FSF.fo

FSF: – Vit síggja eitt stórt virði í føroyska landsliðnum, og tí eru vit ógvuliga fegnir um hendan møguleikan. Úti í heimi hevur landsliðið verið eitt fyrimyndarligt umboð fyri Føroyar, og tað er eisini nakað, ið vit ynskja at fólk skulu kenna aftur, tá tey síggja okkara vørur í handlum kring allan heimin, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

Á middegi fríggjadagin skrivaðu Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost undir nýggja stuðulsavtalu. Avtalan inniber, at alifyritøkan á Glyvrum heldur fram sum høvuðsstuðul hjá A-landsliðnum við monnum í fýra ár afturat.

– Bakkafrost telist millum heimsins fremstu alifyritøkur, og tað, at vit bera teirra búmerki á frítíðar- og venjingarbúnunum ger, at vit eru noyddir til at seta okkum stór krøv og miða høgt. Og tað er júst tað, ið okkara landsliðsvenjarar og -spælarar gera undan hvørjum einasta dysti, sigur Virgar Hvidbro við heimasíðuna hjá FSF.

Um smáar tvær vikur skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá fyrstu dystirnir í HM-undankappingini eru á skránni. Í hesum sambandi verður tíðindafundur í FSF-húsinum komandi mánadag, har hópurin til dystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skottlandi kunngjørdar.

Tann 25. mars spæla Moldova og Føroyar á Stadionul Zimbru í Chisinau. Tríggjar dagar seinni, sunnudagin 28. mars taka eysturríkarar ímóti á Ernst-Happel stadion í Wien, og tann 31. mars spæla Skottland og Føroyar á Hampden Park í Glasgow.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo