Føroya Bridgesamband: Í aðrari hálvfinaluni møttust liðini hjá Mortan Sólheim og Henriette Svenstrup, meðan liðini hjá Robert Langgaard og Boga Simonsen hittust í hinari hálvfinaluni. Bæði í hálvfinaluni og í finaluni vóru leikt 28 spøl.
Liðini vóru mannaði soleiðis:
Robert Langgaard: Dia Jacobsen, Jens Pauli Nolsøe, Hans Jákup Petersen
Henriette Svenstrup: Jórun Johannensen, Oddmar Danielsen, Marjun Restorff
Mortan Sólheim: Haldor Ellingsgaard, Símin Lassaberg, Magni Jøkladal
Bogi Simonsen: Arne Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin
Lutfallsliga javnt leikaði á í hálvfinaluni millum liðini hjá Mortan Sólheim og Henriette Svenstrup. Endin gjørdist at liðið hjá Mortan Sólheim vann við 12 impum. Í hinari hálvfinaluni vann liðið hjá Boga Simonsen greitt móti liðnum hjá Robert Langgaard.
Í finaluni møttust sostatt liðini hjá Mortan Sólheim og Boga Simonsen. Talan var um ein lutfallsliga javnan finaludyst. Í hálvleikinum var bert 1 imp á muni, og sostatt var spenningurin varðveittur til seinastu 14 spølini. Her dróg liðið hjá Mortan Sólheim longra stráðið og vann seinna hálvleik við 11 impum og sostsatt dystin við samanlagt 57-45.
Vegna FBS takka vit Norðurlandahúsinum fyri góða tænastu og ynskja steypavinnarunum
tillukku við sigrinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo