Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.
FM í badminton fyri børn og ung bleiv endaliga avgreitt um vikuskiftið. Í mun til Grand Prix kappingini luttaka eisini teir yngstu leikararnir - U9 - í FM, tó spæla tey bert upp í 15 stig fyri hvørt sett og ikki 21 sum vanligt.
Í yvrlitinum yvir hvør hevur vunnið í FM fyri ung er víst stigatalið frá dystinum millum gull- og silvurvinnaran. Tað sæst, at í summum førum hevur tað verið øgiliga tætt millum nummar eitt og tvey.
FM í einmansleiki fyri børn og ung bleiv avgreitt í Klaksvík, meðan kappingin í tvímansleiki bleiv avgreidd á Giljanesi farna vikuskifti. Í einmansleiki vóru 95 spælarar meldaðir til frá trimum feløgum. HBF luttók við 54 spælarum, KBF við 30 spælarum, og ÍF luttók við 11 spælarum. Kapppingin var hildin í badmintonhøllini og í KÍ-Høllini, og vóru 175 dystir spældir á teimum tíggju banunum. Á Giljanesi blivu 104 dystir leiktir fyri at finna fram til føroyameistararnar í tvímansleiki.
Tey vaksnu - seniorarnir - spæla FM í bæði ein- og tvimannsleikir beint eftir páskir. Endabresturin verður í Høllin á Hálsi (í Havn) tann 10. apríl, har finalurnar verður avgreiddar saman við finalunum í judo og borðtennis. Tað ber til at koma og síggja finalurnar í høllini ella at síggja tey í sjónvarpinum, sum vísir beinleiðis frá klokkan 13. Finalurnar í tvímansleiki spældar leygardag fyrrapart verða stroymdar á Facebook vanganum hjá Badmintonsamband Føroya.