Tá skift varð síðu í 5 setti, førdi KÍF við tveimum stigum, men sigurvandu SÍ genturnar tóku seg síðani spakuliga inn á KÍF, og endin varð, at SÍ vann sera spennandi settið 15-13. Munurin millum liðini var bara, at ein flogbóltsdystur kann ikki enda við javnleiki!
Eisini fyrsta settið var sera javnt og endaði 28-26, men samanumtikið ein sera vælleiktur dystur, og sera góður stemningur í høllini í Trongisvági.
Bestu leikarar vóru Eva Gunn Niclasen, SÍ og Jakobina Joensen, KÍF (ovara myndin).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo