So eru bara sjálvar finalurnar í Meistaradeildini eftir hetta kappingarárið. Tað eru somu lið, sum spældu so sera spennandi 3-2 steypafinalur, ið aftur nú skulu gera av, hvør er sterkast í Føroyum.
Hjá kvinnunum eru tað SÍ og Dráttur, og hjá monnunum eru tað Mjølnir og ÍF.
FM-finalurnar eru skipaðar soleiðis, at leiktir verða tveir dystir. Vinna liðini hvør sín dyst, og tað er líka mikið hvussu settúrslitini eru, verður leikt eitt avgerandi Gullsett bein eftir seinna dystin. Hetta settið er upp í 15 og tá fellur so avgerðin.
FM-finalurnar verða leiktar í høllini á Hálsi, og leikt verður soleiðis:
Skírhósdag 1. apríl
Meistaradeild kvinnur: Dráttur - SÍ kl. 15.00
Meistaradeild menn: ÍF – Mjølnir kl. 18.00
Leygardag 3. apríl
Meistaradeild kvinnur: SÍ - Dráttur kl. 15.00
Meistaradeild menn: Mjølnir - ÍF kl. 18.00
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo