Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bókin er nú atkomilig sum ljóðbók á heimasíðuni www.lindin.fo, og sum poddvarp, t.d. á spotify og google podcasts.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur nýggja økta útgávu av Barnasálmabókini út. Í bókini er eitt úrval av upprunaføroyskum og týddum sálmum við vøkrum myndprýðingum

Móttøka var í Múllers Pakkhúsi nú seint seinnapartin av seinasta bindinum av Havnar søgu, sum Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen hava skrivað

Útgávan av 6. bindi av Havnar søgu verður løgd fram í Müllers Pakkhúsi í morgin 11. mai 2023 kl. 17.00. Henda bókin er seinasta bindið í eini røð, sum vísir teir mongu og fjølbroyttu tættirnar í Havnar søgu

Útgávan av 6. bindi av Havnar søgu verður løgd fram í Müllers Pakkhúsi hósdagin 11. mai 2023 kl. 17.00. Henda bókin er seinast bindið í eini røð, sum vísir teir mongu og fjølbroyttu tættirnar í Havnar søgu

- Teir eru so nógvir, ið eru uppkallaðir eftir Jákup bónda í Lamba, at fólk hava fregnast dúgliga, síðan tað var lanserað, at ein bók við heitinum Minni frá míni lívsleið var á veg, og høvundurin var Jákup Lamhauge

Eitt yrkingasavn og eitt stuttsøgusavn eru til umrøðu á Reinsarínum hóskvøldið kl. 20, tá ið Orð og tónar aftur eru á skránni

Tjóðsavnið skipar fyri almennum fyrilestri í sambandi við, at ein nýggj bók um føroyska bátin júst er útkomin. Tað er danski arkitekturin Morten Gøthche, sum hevur skrivað bókina

Føroyar lesa hava verið á gátt í Kvinnuhúsinum. Endamálið var at lata Kvinnuhúsinum eitt úrval av bókum til kvinnur og børn, sum gista á Kvinnuhúsinum

Tað er ikki á hvørjum degi at ein føroysk skaldsøga kemur út í enskari týðing

Nú ber til at lurta eftir livandi upplestri av Nýggja Testamenti á netinum og á fartelefonini

Leirkerið gevur í hesum døgum tvær nýggjar barnabøkur út í virðisløntu røðini „Sannar søgur“

Strikurnar eftir Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø er tilnevnd til Barna- og ungdómbókmentavirðisløn Norðurlandaráðssins 2023

JP Dahl Jacobsen misti pápan, tá hann var 18. Tá var sorgin orðleys. Nú hevur hann skrivað eitt vakurt yrkingasavn um hana

Hetta er sjeynda bókin í røðini

Stuttliga bókin er um eitt álvarsamt evni, nevniliga rúsdrekka sum njótingar- og eiturevni

Skaldsøgan er eitt sjálvstøðugt framhald av skaldsøguni Gentan í verðini (2020) og fer fram í Havn miðskeiðis í 1970’unum

Av mold ert tú er næsta bókin hjá hálva føroyinginum Tommy Thorsteinsson í røðini um klimagranskaran Jessicu Winther. Triðja bókin í røðini fer fram í Føroyum, sigur høvundin

 

Fríggjadagin 10. mars verður útgávutiltak ísv. at Føroysk bókmentasøga 2 kemur út

Fyrsta almenna handbókin til allar Harry Potter-bøkurnar eftir J.K. Rowling: Harry Potter Gandaálmanakkin, fullkomna savnið av undursomum listum, talvum, kortum og øllum, sum hevur við gand at gera

- Nógv avhildna Við honum út á Golgata, sum er smálestrar til føstuna, er nú komin í bókabúðirnar

- Bókin er skrivað út frá føroyskum viðurskiftum. Men er á enskum, so skúlar og dagstovnar í øðrum londum eisini kunnu fáa gleði av vitanini

Útskifting hevur verið í ritstjórnini á mentanarritinum Varðanum

Bókadeildin gevur út sjey bøkur í ársins fyrsta bókaumfari

Gávugóðs Thorvalds Poulsen av Steinum 2022 er í kvøld latið Beini Bergssyni

Ummæltu verkini: Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Setorð og Tykisljóð, Sprotin, 2022. Skrivað hava: Dania O. Tausen, Marna Jacobsen, Dorit Hansen og Helle Thede Johansen

Kom og skriva yrkingar, sum seta seg fastar hjá lesarunum

Í ár eru 60 ár síðani fyrsta bókin um Emil í Lønnibergi varð útgivin. Av øllum sínum nógvu søgupersónum var Emil yndissøgupersónurin hjá Astrid Lindgren

- Fólk tyrptust og trokaðust til hennara fyrilestrar

- Undir yvirskriftini Fuldendt værk i enhver forstand, hevur Egon Kjøller, journalistur á Nordjyske Stiftstidende í Aalborg, seksstjørnað toppummæli av nýggjastu Trapbókini um Føroyar

Á síðuni ojs.setur.fo ber nú til at finna og lesa allar greinar, sum eru givnar út í Fróðskaparritum. Talan er í løtuni um 667 greinar síðani 1952. Í nýggjasta ritinum, nr. 68 frá 2022, eru 5 greinar

Í nýggjari bók avdúkar prinsurin eisini, at hann sum 17 ára gamal tók kokain

Bretski rithøvundurin gjørdis 91 ár

Forlagið Vøkstur er eitt nýtt forlag, ið er sprottið úr Vakstrarliðnum, ein verkætlan innan Fólkakirkjuna við ymiskum evnum til íblástur, ið biskupur, Jógvan Fríðriksson, setti í gongd í 2019

Meira enn 70 ár eftir at bókin kom út er hon nú millum mest seldu í Russlandi

Talan er um eina realistiska skaldsøgu, sum líðandi gerst meira spennandi, sigur høvundurin

Í 1952 verður eitt lítið grønt skrín funnið í eini brunatoft úti í Tinganesi, og tað fær óhugnaligar og óskiljandi avleiðingar

Søgan um reiðaríið Beta er fyrst og fremst søgan um tey átta skipini, sum á mannamunni bara vórðu nevnd kubatrolararnir. Teirra uppruni er ein søga fyri seg, eins væl og teirra vegur inn í føroysku fiskivinnuna

Í 2019 gav Leirkerið út bókina ‘Viðmerkingar til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti’. Nú er ‘Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti’ komin

Hetta er fimta bókin í røðini við lestrum sum Jógvan Fríðriksson hevur skrivað á VP

Nú hava urtagarðsáhugað og onnur endiliga møguleika at keypa eina føroyska urtagarðsbók um “føroyska urtagarðin”

Í 1983 keyptu føroyingar ein italskan risatrolara til svartkjaftaveiðu, og greitt verður frá, at politikkur spældi ein leiklut, tá ið avgjørt varð, hvør skuldi hava skipið

Bókadeildin gevur út seks bøkur í ársins sjeynda bókaumfari! Tvær av teimum eru upprunaføroyskar

Nýggja væl skrivaða bókin hjá Daniali Viðoy eitur Rangstøða. Hon er, eins og fyrra bókin, um norðoyingin Bartal og vinmenn hansara. Frásøgnin er opinskárað, einki verður lagt niðurvið

Spildurnýggj myndabók “Mínar yndisbíbliusøgur” er útkomin

Nýggj bók er komin út um 25 ára gomlu víkargentuna, Deanu Jacobsen, ið hvarv í Grønlandi í 1966 og ongantíð sást aftur

Í bókini eru 13 skakandi hendingar, sum eru runt um í landinum. Vágbingur, sum var á rækjuveiðu norðanfyri Svalbard, har ísurin kleimdi skipið, so tað sakk, manningin mátti bjarga sær á ísinum, meðan ísbjarnirnar nærkaðust

Í dag kemur ein nýggj, føroysk ungdómsbók í handlarnar. Elin Michelsen setti í fjør hol á eina fantasy-røð við íblástri frá føroyskum sagnum um huldufólk. Vanvarði er onnur bók í tríverkinum um Tóru

Jólini nærkast, og við jólunum kemur Mín jólabók. Jólabókin er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran, tí hon er býtt upp í 24 partar, og partarnir eru ymiskir

Í dag kemur onnur bók í røðini ”ESSAY” eftir heimspekingin Michel de Montaigne út á føroyskum. Forlagið HEMLIÐ gevur bókina út