Bókin er 135 blaðsíður og innbundin.
Í bókini eru 13 skakandi hendingar, sum eru runt um í landinum.
Vágbingur, sum var á rækjuveiðu norðanfyri Svalbard, har ísurin kleimdi skipið, so tað sakk, manningin mátti bjarga sær á ísinum, meðan ísbjarnirnar nærkaðust.
Maður, sum náðileyst bleiv dripin á Jamaica, meðan hann arbeiddi hjá Højgaard og Shultz.
Ungur politikari, sum hóast sín unga aldur hevur upplivað hópin av skakandi tilburðum, alt frá av óvart at hava drukkið rustloysara til at koma í havsneyð við stuttleikabáti ímillum Noreg og Hetland.
Hópur av myndum og tekningar frá hendingunum.
John Myllhamar hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo