Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tórshavnar kommuna: Útgávan av 6. bindi av Havnar søgu verður løgd fram í Müllers Pakkhúsi hósdagin 11. mai 2023 kl. 17.00. Henda bókin er seinast bindið í eini røð, sum vísir teir mongu og fjølbroyttu tættirnar í Havnar søgu.

Søgan um Havnina er søgan um ein savnandi miðstað. Tað er søgan um støðug framstig og betri lívskor. Nógv eru tey fólk, sum hava evnað til tann høvuðsstaðin, vit hava í dag.

Henda bókin er seinasta bindið í eini røð, sum vísir teir mongu og fjølbroyttu tættirnar í Havnar søgu. Hon snýr seg um tíðina frá landnámi og upp til okkara dagar.

Skráin í Múllers Pakkhúsi er:

Sangur og tónleikur við Ingibjørg Hansen og Ólavi Jakobsen

Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu

Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærafelags, ber fram eina heilsan

Jens Pauli Nolsø og Kári Jespersen, rithøvundar, greiða frá arbeiðinum at skriva Havnar søgu

Matur og drekka verður at fáa á miðhæddini í Müllers Pakkhúsi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo