Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Granskingarúrslitini eru greið, og stundin er komin til, at vit sum samfelag skipa kropsliga rørslu og spæl á vísindaliga grund til frama fyri fólkaheilsuna, sigur Magni Mohr, professari

- Nestorurin í føroyskum útvarpsarbeiði, Jógvan Arge, er aftur komin fram á torg við einari krýniku, hesaferð hini fimtu í røðini. Haldi at til ber at rópa hesa røðina fyri journalistiskar endurminningar

Eins og undanfarna ár er ein Varði komin út í ár, og hetta bind nummar 86

- At hava eina ólisna og øðrvísi søgubók í hondini, tað er ein serstøk fragd

Fiskanes TN 50 (myndin) er ein av mongu trolarunum, sum tú kanst lesa um í nýggju, sera forkunnigu bókini eftir Óla Olsen

Á bygdaráðsfundi í gjárkvøldið, mikukvøldið 11. desember, var samtykt at keypa bókina um Vesturvón eftir Jan Erik Simonsen, so hvørt húski í kommununi fær eitt eintak í jólagávu

Í bókini fylgja vit undangongumonnnunum úr Sørvági, frá tí teir byggja turkihús, síðan var farið undir skipabygging; fyrst eitt stállínuskip í 1958 og í 1969 ein hekkutrolara

Forlagið Hemlið gevur bókina út. Hetta er fimtanda útgávan hjá forlagnum, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi

Uppslagið “Hvat eitur alt á mær?” lýsir heitini á mannakroppinum, og er tað fyrst og fremst ætlað børnum og ungum, so tey lættari kunnu læra at kenna hesi heiti

Steintór Rasmussen er nú um dagarnar er aktuellur við ikki færri enn tveimum bókaverkum. EIN ER TÍÐIN AT LIVA er fimta og seinasta bind í krimirøðini Deyðin fer í bindiklubb

Ein vøkur og spennandi jólasøga og eitt savn við søgum úr Mumidali eru millum nýggjastu bøkurnar, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út

Nýggj Bíbliulesiætlan fyri 2019/20 er nú komin. Hon er at fáa runt alt landið í kirkjum, fríkirkjum og samkomum. Bíbliulesiætlanin í ár byrjar nú sunnudagin fyrsta sunnudag í advent, sum í ár er 1. desember

20. og seinasta nummarið av Vencili er nú givið út. Tað koma ikki fleiri, og ritstjórarnir takka øllum, sum gjørdu tað møguligt at halda á við útgávuni so leingi

Nú er henda bókin aftur at fáa í bókhandlunum og hesa ferð í dagførdari útgávu við øllum sangum og nótum, sum vit kenna úr Vallbakkaskóginum

Mikukvøldið 4. desember verður framløga í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har forlagið Glyvursnes fer at leggja fram bókina hjá Rolf Guttesen um "Poul P. Nolsøe - Skúmisleiv og Tjóðarhetja"

Í sambandi við ársins Bókadagar og útgávurnar av SKOMM-røðini á føroyskum eru rithøvundurin og leikstjórin Julie Andem og sjónleikarin Thomas Hayes, sum spældi leiklutin sum William, komin til Føroya

Týsdagin 26. november kl. 15.00 vitjar rithøvundurin Óli Jacobsen dagtilhaldið Blákolluna á Oyri. Óli kemur at hugleiða um nýútkomnu bókina "Njál, ljós í skugga"

Í bókini eru uppskot um samrøður og spøl í samband við ymsar kenslur og ósemjur, sum barnið upplivir í sínum lívi og gerandisdegi

Kalda kríggið kann ikki samanberast við spentu støðuna í dag. Tað var ein onnur tíð. Og tó. Tað eru nøkur viðurskifti, ið ganga aftur

Í dag gevur Kvinna út fyrsta føroyska blaðið um mat. Søtt & Salt er eitt bókasin – ein samanrenning millum eitt magasin og eina bók – við uppskriftum og greinum um mat og matmentan

Í dag útgevur Olaf S. Thomsen fyrstu bók sína "Ævisøgan um monologin Olaf S. Thomsen"

Í samstarvi við Red Barnet í Danmark, ið hevur tikið stig til at geva út fýra heftir um kynsligan ágang móti børnum, hevur KRIS umsett til føroyskt

Nýggj bók frá forlagnum Leirkerinum, er komin út. Tað er amerikanski bíbliulærarin og rithøvundurin Warren Wiersbe, ið skrivaði bókina, og Páll á Lakjuni hevur týtt hana til føroyskt

Mikukvøldið klokkan 19.00 verður kvøldseta í bókasavninum í Nes Kommunu. Jógvan Arge fer at tosa um nýggjastu krýniku sína “Úr ymsum heraðshornum”

Hvussu eyðnaðist tað Føroya ríkasta samtaki at fáa ein ólógligan skattafrádrátt upp á 90 milliónir krónur úr landskassanum, og hvørjar avleiðingar fekk hetta fyri KvF?

”Bókin um teg” er ætlað foreldrum og avvarðandi at skriva alt um barnið. Í bókini ber til at savna stuttligar og minniligar hendingar og smá gullkorn frá fyrstu árunum

Nýggja bókin "Glottar úr trolarasøguni" er komin í bókabúðirnar. Óli Olsen úr Klaksvík, búsitandi á Argjum, hevur skrivað

Framløga verður í Sjónleikarhúsinum sunnudagin 10. November 2019 kl. 16

Ver tú! Er ein handbók hjá børnum um kynsfatan, kærleika og familju. Útgevari eru Ungu Føroyar

Turkiski rithøvundin og journalisturin Ahmet Altan er leyslatin eftir fyrr at vera dømdur til lívlangt fongsul fyri kvettroyndina í 2016

Jan Lamhauge hevur ikki stóra virðing fyri Fjølmiðlakærunevndini. Hon fanst at sendingunum, tí har vóru uppáhald, ið ikki vóru prógvað

- Tveir glaðir høvundar, ein vælupplagdur og til høvið framúr giraður intervjúvari og besti føroyski tekstahøvundur á plátu

Tað metir dómsnevndin sum velur bestu barna- og ungdómsbókina 2019

Í morgunsendingini greiddi Egon Øregaard frá um Ismar Joensen - bæði um hendingina í London og um hansara virkna leiklut í heimbygdini

AnnaElisabeth Hansdóttir í Kálvalíð gevur í morgin út yrkingasavnið Sorgarvón - framtíð

Forlagið Amands Books gevur út bókina "Suðar dýpið reyða" eftir Bergtóru Hanusardóttir á donskum, og er danska heitið ”Rødt bruser havet”

Útgávutiltak í samband við bókini “Í skrift og talu - Ismar Joensen 100 ár” verður í Ribarhúsi í Fuglafirði sjálvan 100 ára dagin 25. okt. 2019 kl. 17

Forlagið Amanda Books boðar frá at bókin hjá Høgna Mohr, "Fractura Nasi", kemur út á donskum tann 15. november 2019, og er danska heitið "Rejse for livet"

Elin á Rógvi gevur nýggju barnabókina “112 Fuglafjørður” út, og í tí sambandi verður útgávutiltak leygardagin 26. oktober kl. 12:30 á Reinsarínum

Tann 30. oktober kl. 20 verður útgávutiltak í Paname Café og Gamla Bókahandli í Havn, í sambandi við at Høgni Mohr gevur út nýtt yrkingasavn

Forlagið Leirkerið hevur givið út forvitnisliga bók í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðani fuglfirðingurin Ismar Joensen varð borin í heim

Forlagið Brúgvin hevur júst givið út bókina Sørgur úr býnum, ið er eitt stuttsøgusavn, sum í stuttum kann lýsast soleiðis: Nútíðarligar stuttsøgur um lív og lagnur í einum býi í Føroyum

Norska ungdómsrøðin SKAM – á føroyskum SKOMM – er komin út í føroyskari týðing

Pólski rithøvundurin og sálarfrøðingurin Olga Tokarczuk fær virðislønina fyri 2018, og eysturríkski dramatikarin og rithøvundurin Peter Handke fær virðislønina í ár

”Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu” er bók við 42 hugleiðingum og bygdasøgum úr Sjóvar kommunu, ið Ragnar Danielsen hevur skrivað

Nýggjastu bøkurnar til børn og ung, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út, fevna bæði um óhugna og spenning, skemt og inniligar søgur

Fjúrtanda bókin í røðini Skakandi tilburðir er komin út. Bókin er innbundin og í bókini eru 13 spennandi tilburðir úr øllum landinum

 

Fimmta árið á rað er bók eftir Jógvan Arge komin í bókabúðirnar. Hon eitur “Úr ymsum heraðs-hornum”. Í hesi krýnikuni eru nógvar spennandi frásagnir frá hendingum og stríðum í 1970unum

Fjórða útgávan av Fyndini er nú á gøtuni og er full av áhugaverdum tilfari. Blaðið hesaferð setur sjóneykuna á týdningin av tøttum familjubondum og sosialari samveru

Ingun Christensen hevur nú skrivað fýra bøkur við støði í kvinnusøgu okkara