Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í dag er nýggja bókin um Føroysk klæðir útkomin. Talan er um eina visuelt sterka og myndaborna bók, ið á sínum 288 síðum bæði er forvitnislig í innihaldi og útsjónd

Hannis Martinsson hevur høvuðsleiklutin í "Hvíldarheimið", men William Hammer ger eisini vart við seg

Arno C. Gaebelein var eldhugaður evangelistur og bíbliuútleggjari, sum kunngjørdi profetisku sannleikarnar í Bíbliuni og livdi dagliga í teirri vón, at teir fóru at ganga út

Kular og Knáar KÍ-kvinnur verður løgd fram mikudagin

Seinnapartin í gjár var bókaframløga í sambandi við nýggju bókina hjá Una Arge, Ross & fólk

Bókin er um 80 ára søguna hjá Føroya Ríðingarfelag. Uni Arge hevur skrivað

Fróðskapur gevur út skreytútgávu við Kongsbókini, sum er einasta miðaldarhandrit í føroyskari varðveitslu

Fimta og seinasta bókaframløgan av ævisøguni hjá Robert Mc.Birnie verður í gomlu miðhøll í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík mánakvøldið klokkan 19.30

Tvær nýggjar bøkur við yrkingum og kollagjumyndum eftir Vónbjørt Vang

Framløga verður týsdagin tann 14. november, kl. 16.30 í Miðlahúsinum í Vágsbotni

Virgar Tórarson Dalsgaard hevur skrivað um tann viðgitna stríðsmannin, sum í meira enn fjøruti ár var turbulentur miðdepil í føroyskari nútíðarsøgu

Eyðun Klakkstein hevur skrivað nýggju krimibókina sum verður løgd fram á Skúlatrøð í Klaksvík í dag kl. 17

Í dag er 10. november - føðingardagur Martin Luthers í 1483. Í 2017 hátíðarhelt Evangeliska lutherska kirkjan, at 500 ár vórðu liðin síðan reformatiónina. Nógv tiltøk vórðu hildin víða um heimin - eisini í Føroyum

Vilstar røtur eftir Ingun Christensen vann kappingina um Ta føroysku Bókhandlaravirðislønina í 2022

Í dag kemur triðja og seinasta bókin í røðini ”ESSAY” eftir heimspekingin Michel de Montaigne út á føroyskum. Forlagið HEMLIÐ gevur bókina út

Mánadagin gav Sprotin út nýggja bók, sum Uni Arge hevur skrivað

Mikukvøldið klokkan 19 er bókaframløga av bókini ROBERT í Marghøllini í Sørvágs skúla, har ævisøgan hjá Robert Mc.Birnie verður løgd fram

GÓÐ TÍÐINDI sá fyrstu ferð dagsins ljós í 1952. Andrew W. Sloan tók stig til blaðið, sum varð sent ókeypis í hvørt hús í landinum til 1972

Sunnudagin 12. novembur kl. 11.00 verður hátíðargudstænasta í Vesturkirkjuni. Hátíðargudstænasta er, tí at tað í ár eru 200 ár síðani, føroyingar fingu Matteusarevangeliið á egnum málið

Rakel Helmsdal útgevur nýggja myndprýdda skaldsøgu. Toran gongur er ein hjartanemandi søga, har ótrúlig ting, sum eingin kundi ímyndað sær, veruliga henda

Bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum 2023 fekk svenska Joanna Rubin Dranger

Í dag er komin út nýggj bók, har Robert Mc.Birnie, sum mikudagin fyllir 80 ár, fortelur sína forvitnisligu og spennandi lívssøgu á yvir 300 blaðsíðum

Í samband við Fjølmentanarvikuna varð skipað fyri stuttsøgukapping við evninum Heim. Áhugin fyri kappingini var sera stórur, og 74 rithøvundar sendu søgur inn

Seinnapartin í dag vórðu virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2023 handaðar

Norski høvundin Jon Fosse (64) hevur fingið heiðursløn Nobels fyri 2023

Út er komið 34. leikritið í røðini, sum Forlagið Fannir letur úr hondum. Hetta eru leikir, sum hava verið spældir nógv í Føroyum, og sum áður hava verið prentaðir, men eru útseldir

Økta virksemið á bókasavnsøkinum verður raðfest við 1 mió. kr

Søgur til dreingir, sum tora at vera øðrvísi er nýggj bók við sonnum søgum um ótrúligar dreingir, sum broyttu heimin uttan at drepa drekar. Joel Cole hevur eitt serligt samband við eina av fyrimyndunum í bókini

Tey fóru til Íslands, er 9. bókin í røðini - Mín krýnika - eftir Jógvan Arge. Ein fjølbroytt bók, sum mest sigur frá fiskivinnu og útróðri í Føroyum og Íslandi, frá 1870unum og til okkara dagar

Bókadeildin gevur 6 bøkur út í ársins fimta bókaumfari! Bøkurnar eru sum altíð til allar aldursbólkar og sera ymiskar

Flytifuglar er ein spennandi krimi, og ein søga um at vera tilflytari, sum ikki pyntar upp á veruleikan

"Kampen om ytringsfriheden" hjá Heina í Skorini, lektara á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum, gongur sum heitt breyð og er komin á danska bestseljaralistan

Susanne Barding, antropolog, hevur skrivað bók um tíðina hon var í Suðuroyggjum, árini 1970 til 72, og búði á lítlu oynni Berneray. Susanne sigur við VP, at bókin er 608 síður og at søgan er eitt sindur óvanlig

Rithøvundin Jørn Riel er deyður í heimi sínum í Kuala Lumpur í Malaysia. Hann gjørdist 92 ára gamal

Nú tosa ikki bara klassisku føroysku feðgarnir italskt, men eisini Lias Berint, Klávus, Ketilskona og øll hini. Italska týðingin av Feðgum á ferð verður løgd fram á bókasavninum í Riolunato í morgin, 18. august

Klokkan 17 í dag verður bókaframløgan við hetlendinginum John Goodlad og Jóan Paula Joensen fólkalívsfrøðingi í Müllers pakkhúsi í Havn

Beinta í Jákupsstovu hevur meginpartin av starvsleið síni verið professari við Háskúlan í Molde. Har hevur hon undirvíst í ymiskum samfelagsvísindaligum lærugreinum, m.a. fólkaræði

Mikukvøldið tann 9. august klokkan 19 verður nýggja yrkingasavnið 'Sólsmakkur/Suntaste' lagt fram í Gamla Bókahandli/Paname

- Hann hevur uppiborið eina bók. Tað sigur Virgar Dalsgaard, sum hevur skrivað bók um eina av sínum fyrimyndum og sjálva ímyndina av Javnaðarflokkinum, Petur Mohr Dam

Føroyskir ættargranskarar og øll tey, sum hava ættarbond til Sandoynna, Skúgvi og Stóru Dímun, hava hava nógv at fegnast um, tí í dag kemur út Sandoyar kirkjubók fyri árini 1719-1892

- Í norðasta landspartinum í Niðurlondum liggur Frísaland. Her var frísiska málið nýtt sum skriftmál í miðøld, til tað í 16. øld næstan fánaði burtu

BankNordik og Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags hava longt stuðulssamstarvið

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út

Kenda ungdómsbókin, Heimurin hjá Suffíu, kom í síðsta mánaði út í nýggjum hami. Talan er um bók eftir franska høvundin Vincent Zabus, sum Nicoby myndprýddi

- Nýggj bók við yrkingum og fotomyndum eftir Guðrið Poulsen

Tey eru Marjun Syderbø Kjelnæs, Hanni Julius Bjartalíð og Dánjal Dam á Neystabø

Í ár eru 15 ár síðani fyrstu krabbabøkurnar sóu dagsins ljós! Flestu krabbabøkurnar eru týddar til føroyskt og eru viðurkendar og ofta virðisløntar bøkur uttanlands

Gransking, vísindaligar eygleiðingar og søguligar rannsóknir eru nøkur av lyklaorðunum fyri innihaldið í nýggjasta Frøði

Bókaframløga: Ímillum Sokrates, Jesus og Mohammed - ein søga um sensur

„Orð úr Orðinum“ er bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli hevur hildið síðstu mongu árini, hann hevur vitjað heima í Føroyum