Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Ummæltu verkini: Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Setorð og Tykisljóð, Sprotin, 2022.

Skrivað hava: Dania O. Tausen, Marna Jacobsen, Dorit Hansen og Helle Thede Johansen

Í yrkingini “hespa” eftir Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, møtir yrkjara-egið einari túsnaðari konu, ið sleikir honum við hvassari tungu, noktar honum blómur og við stálrødd rópar, at hann, í staðin fyri at mála sín skugga, heldur skuldi latið hann upp. Kanska er yrkingin ein marrumynd av einum ummæli, sum nú gerst veruleiki.

Í fjør skipaði Norðurlandahúsið fyri ummælaraverkstovum við Paulu Gaard, ph.d í bókmentaummælum. Verkstovurnar vóru so mikið góðar og gevandi, at vit, ið tóku lut, avtalaðu, at hetta skuldi halda fram í 2023. Tá vit so hittust aftur ein regntungan dag í januar, samdust vit um, at fyrsta ummælið í ár verður hendan felags viðgerðin av fyrstu yrkingasøvnunum, sum royndi rithøvundurin hevur givið út.

Ov seint at vera ungur rithøvundur
Setorð kom út í oktober, og Tykisljóð í november. Tað seinna, Tykisljóð, er eitt sindur longri enn tað fyrra, hóast tað hevur færri yrkingar. Setorð hevur nevnliga 33 smáar yrkingar í smáum bókstavum, meðan Tykisljóð er eitt savn við 26 yrkingum í ymiskum longdum, allar skrivaðar við stórum bókstavum.

Hóast Tykisljóð er tað ljósareyða savnið, hevur tað meira kant og fleiri kontroversiellar útsagnir og kennist meira áleypandi at lesa við sínum stóru bókstavum, sum stendur yrkjarin og rópar eftir lesaranum. Okkum dámar væl kápurnar við teimum stóru heitunum, sum eru so stór, at tey ikki passa á kápuna. Og litirnir eru flottir. Tað er sjálvandi Sára Mikkelsen á Sprotanum, sum hevur tikið sær av útsjóndini.

Í yrkingini “skald” (Tykisljóð) sigur yrkjara-egið:
“ov seint / at vera ungur rithøvundur fullur / av lívi og indignatión / ov seint at vera ungt / flogvit og fáa verðina / at skammast / av sær sjálvari / ov seint / ov seint at vera framman / fyri sín aldur og skriva / seg leysan / úr tíðini / eins og eitt / rætt / skald”

Vit kenna Arnbjørn Ó. Dalsgarð sum rithøvund, bókavørð, ritstjóra á bókmentarritinum Vencili og ikki minst ummælara. Arnbjørn er á ongan hátt eitt nýtt navn á føroyska bókmentapallinum. Hann hevur alment úttalað seg um bókmentir av øllum slag, eisini yrkingar. Men Setorð og Tykisljóð eru fyrstu yrkingsøvn hansara, og hann hevur greitt frá í útvarpssending, at tað kravdi dirvi at leypa út í hesa verkætlan. Fleiri yrkingar í søvnunum mæla eisini leitandi um hetta at skriva og vera skald.

Var hetta ein 18 ára gamal debutantur úr Hvannasundi, høvdu vit sagt: “Koyr á! Blív við! Super!”, men hetta er eingin ungur, ólisin debutantur. Hetta er ein kendur rithøvundur, sum javnan ummælir yrkingar hjá øðrum, og tí hevur hann uppiborið eitt óinnpakkað ummæli sjálvur.

Yrkingaeyðkenni
Í 1994 var samrøða við danska rithøvundin, ummælaran og mentanarkjakaran, Poul Borum (1934-1996) í Sokkelund Radio, har hann millum annað fekk spuningin: ”Hvat er ein yrking?” Til hetta svaraði hann, at tað er ein listaligur háttur at málbera seg. Tað er at nýta málið, bókstavirnar, ljóðini, orðini og setningarnar á tilvitað listaligan hátt.

Meðan prosa aloftast er skrivað á óbundum máli, er eitt eyðkenni við tekstslagnum yrking, at hon er skrivað á bundnum máli, við rímum, ávísari rytmu og ofta skipað í ørindi.

Ørindi eitur vers á donskum, og vers kemur av latínska orðinum versus, ið merkir vertere, venda. Tað kann altso skiljast sum, at yrkingar hava reglur, ið venda við, áðrenn tær eru lidnar og harvið skapa hol til lesaran at tulka og hugsa. Endamálið við at skifta reglu, áðrenn setningurin er liðugur, er eisini at leggja herðslu á seinasta orðið í regluni. Ótilvitað stegðar lesarin á við seinasta orðið.

Norski rithøvundurin, Finn Øglænd stillaði í eina ritroynd í 1997 reglur upp fyri, hvussu ein kann skriva vánaligar yrkingar. Hann gjørdi millum annað vart við, at tað, sum eyðkennir leikmansligar yrkingar, er PPS-sjúkumyndin: “privat, prosaisk, snakkesalig”. Tað vil siga smáprát um privatlív og privatar kenslur, sum yrkjarin heldur vera áhugavert fyri onnur. Finn Øglænd sigur: “Poeten synes at vælge et af to: enten at nærme sig talesproget i en eller anden variant af 70'er "knækprosa", eller at simulere en eller anden form for "modernisme" og "sprogopløsning" ved at skrive så tåget og hermetisk, at ingen kan gribe fat i digtet. Det er det, jeg kalder autisme-versionen.”

Í yrkingini “tosti” í Setorð síggja vit málið í upploysn:

“tá ið regn / ið berjir / soleiðis / á rútin // og // vil ikki / halda upp / at meðan / eg standi // ... //
skrúvi propp / in av tí / seti tað / fyri munn / in og kulk / i í meg

Alt broytist við tíðini. Ikki minst í listini, sum seinastu mongu árini hevur verið merkt av at spyrja, ivast og bróta mørk. Listin skal ikki standa í stað, men list má kortini vera list, okkurt ið vekur áhuga, ein háttur at siga ella lýsa okkurt, sum gevur lesaranum nýtt innlit ella tekur lesaran á bóli og fær viðkomandi at grunda um lívið, tilveruna, politisku støðuna ella tað, sum yrkingin snýr seg um. Russiski bókmentafrøðingurin Viktor Shklovsky er kendur fyri at hava sagt, at list skal margháttliggera. Altso list skal lýsa eitthvørt, so at tað fær áskoðaran/lesaran at síggja við nýggjum eygum – at skilja okkurt, sum viðkomandi ikki hevur skilt ella hugsað um fyrr.

Yrkingarnar í Setorð og Tykisljóð koma undir tekstaslagið centrallyrik, ið hevur eitt yrkingar-eg, ið grundar um lívið, tilveruna, samleikan og tað at skriva. Talan er um støkkprosa, sum í støðum margháttliger. Yrkingin “borðplátan” í Setorð er eitt dømi um, at ein gerandislutur, ein borðpláta, ið vit vanliga ikki geva okkum stórvegis far um, verður sett í nýtt ljós, og yrkingin fær okkum at síggja søgurnar í borðplátuni – bæði henni á síðuni og henni heima hjá okkum sjálvum - og vit minnast farnar tíðir, løtur við søgum og løtur í tøgn:

“borðplátan / er full / av søgum / summar stinga / djúpt og aðrar / fara ikki / niður undir / yvirflatuna ...”

Metayrking
Stórir partar av yrkingasøvnunum snúgva seg um at yrkja og vera yrkjari. Tað er sjálvandi ikki so løgið, av tí at høvundurin jú ikki áður alment hevur givið til kennar, at hann er yrkjari.

Í Setorð eru yrkingarnar gitnar sum gitið egg, men verða ikki viðurkendar, tí tær ikki samsvara við tað, sum vit vænta okkum av yrkingum. Tær mugu sum eggini fjalast.

Yrkingarnar liva sítt egna lív; rím, reglubrot og metaforar seta nærum seg sjálv, ella slett ikki, tað er, sum yrkjarin ikki er harri yvir yrkingunum, tær yrkja seg sjálvar, sum í "lív", og vilja ikki gera eftir boðunum hjá yrkjaranum:

“orðini eru / fangað inni í / blekkpumpuni / ella flísini // mínar yrkingar / eru ikki / mínar longur /enn tær mugu”

Tað tykist, sum biður hann um umbering frammanundan, um lesarin ikki heldur hetta vera góðar yrkingar, tí tær hava altso yrkt seg sjálvar. Og tað er jú eitt sindur smart.

Umframt hetta við caps lock so ørkymlar hetta við reglubrotunum okkum nógv til tíðir, tí tað fyri okkum ikki gevur nakra meining. Og meining má hóast alt vera í, ella?

Yrkjarin sjálvur hevur latið seg úr haminum (politikkinum) og er kropin undir dýnuna og hevur funnið seg sjálvan aftan fyri eina gamla yrking. Hendan yrkingin, “hugsjón”, er áhugaverd, men samstundis eitt sindur óskiljandi, tí hví hevur yrkjarin latið seg úr politikkinum? Hon minnir eitt sindur um aðrar yrkingar í søvnunum, har tú fert at ivast í, um hetta ikki bara eru tvætliørindi við ongari meining í, sum til dømis yrkingin “bøkur”, sum kemur beint eftir.

Ein onnur yrking um at yrkja er “bardagi”, har ein metaforur jagstrar yrkjaran í eini slitnari yrking, tað einasta, sum brýtur frá, er júst metaforurin, sum er ein flís av garnatálg, sum skumpaði egið út av regluni og niður í tað hvíta arkið, og lesarin spyr kanska seg sjálvan, hví akkurát garnatálg? Metaforurin fær lesaran at steðga upp og irriterast, kanska serliga tí yrkingin annars er áhugaverd og væl yrkt, men hon gerst ørkymlandi av hesari absurdu garnatálgini.

Í Tykisljóð slær yrkjarin tónan ann longu í fyrstu yrking “fuglar”, sum situr nokkso væl: at summi orð fara bara á flog nærum av sær sjálvum, meðan onnur sita fjaðurskotin eftir.

Ein yrking, sum situr ógvuliga væl er “grøn sól”. Hon vísir á munin at skriva yrkingar og skriva fundarfrásagnir, hugasambond heldur enn roknskap. Hetta, sum so mong stríðast við sum listafólk, at fáa tann keðiliga gerandisdagin at sampakka við tín hug at skapa list. Tað, sum oyðileggur upplivilsið her, er hendan løgna avgerðin at skriva alt við Caps Lock. Tað gevur absolutt onga meining, tað er næstan sum at sleingja um seg við illbønum, tá tú ikki heldur, at tú fært teg og tína meining nóg væl fram.

Í seinastu yrkingini “hjún” kemur hendan kenslan fram aftur, at yrkingin yrkir seg sjálva. Yrkingin og yrkjarin munnhøggast um yrkingina, yrkjarin hevur hug at gevast, men yrkingin vil yrkjast liðug, og sjálvt um yrkjarin hevur hug at muta ímóti, so ger hann tað ikki, tí hann sær, at yrkingin er um at vera liðug:

“Hon hyggur / at mær og spyr / hvat tað var / eg skuldi //  Eg havi ongan hug / at svara at / tað eg skuldi / var at skriva / eina yrking / og tað er ei heldur / ikki neyðugt / longur tí nú er / hon liðug.”

At vera gudur hvønn morgun í august ella ein pirra
Hesin setningurin í yrkingini “summar” í Tykisljóð lýsir væl støðuna, sum yrkjara-egið ella yrkjarin kennir seg fangaðan í. Hann er ein miðalaldrandi hvítur maður við teimum fyrimunum, ið tað gevur. Valdið, sum hvít mannfólk hava brúkt til sín fyrimun, so leingi vit minnast, setur teir í eina trupla støðu í dag, tí teir kunnu sjálvandi ikki gera við, at teir eru føddir sum ‘sum hvítir menn’ . Men teir kunnu velja at brúka sín fyrimun til okkurt gott. Á baksíðuni á Tykisljóð stendur:

“eg síggi neyð og órætt allastaðni / kvinnugkúgan brot á mannarættindi / tey somu sum eg haldi meg fáa ágóðan av hvønn dag hvørja løtu / rætt at tala at / rætt at tiga / eg eri ovurnýtari av hesum rætti til at tiga og rættinum til allar ágóðar sum fylgja við friði og tøgn”

Hetta brotið er úr yrkingini “hvítur maður 50”. Vit vóru sjálvandi serliga spentar at lesa hesa langyrkingina, vit høvdu jú allar staðið undrandi framman fyri tí innilokaðu rættini hjá Ole Wich í Listaskálanum og spurt okkum sjálvar, hvussu hetta nú skuldi skiljast, men fyri okkum endaði yrkingin hjá Arnbirni sum frá leið simpulten í eini hálovan av hvíta manninum 50, sum ikki skal vera so harður við seg sjálvan og minnast til, at hann eisini er nógv annað gott. Vit noyðast at ásanna, at vit eru í iva, um hesin endin er ironiskur ella álvarsligur, men hann er í øllum førum syrgiligur. Kanska, um nú yrkingin endaði fyrr, so kundu vit nikka og sagt ja.

Í langyrkingini beint aftaná, “lurta ikki eftir mær”, verður yrkjara-egið stillað fram sum eitt offur, sum kastar vísdóm fyri svín, men biður okkum endiliga ikki lurta eftir sær, sum aftur er dýggjað í ironi. Og ímóti endanum dregur hann í land aftur við øllum, hann hevur sagt, og hetta ger yrkingina eins syrgiliga og hina. Vit væntaðu okkum nokk størri stríðshuga fyri teimum kúgaðu, kanska við baksíðuni í huga, men kunnu gott liva við, at Arnbjørn, sum ein miðalaldrandi hvítur maður, eisini hevur tørv á at tosa um sálarheilsuna hjá mannfólki, sum ikki vita, hvat teir skulu hugsa, tá teir hyggja í speglið – og vit vóna, at teir við tíðini fara at duga betur at tosa beinleiðis og uttan ironi um sínar kenslur.

Eitt er vist, siga vit við hvørja aðra, tær eru so ikki líkagyldigar, tær raka okkum onkursvegna, vit verða irriteraðar, glaðar, sita spyrjandi og undrandi viðhvørt, í støðum eru tær stuttligar og áhugaverdar, men tær irritera og frustrera okkum tó í meiri mun, vit høvdu væntað okkum  meira av einum royndum stuttsøguhøvundi, ritstjóra og ummælara. So Arnbjørn, hetta kundi tú havt brúkt longri tíð uppá. Sáldað frá og fínpussað meira. Minkað um eksperimentellu absurdismuna og postmodernistisku poetikkirnar. Vit bíða tolnar, til tú sigur tað, sum tú veruliga vilt siga, tí tað kemur fram í brotum, og tað er tá tað gerst spennandi at lesa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo