Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í Havn er nógv fólk komið út á molan at forvitnast og taka ímóti fremmandu skipunum av Kuba. Fólkið noyðist tó at brynja seg við toli, tí long tíð gongur, frá tí at fyrsta til síðsta skipið kemur inn um molan henda 17. august í 1973. Kubatrolararnir fara í Norðsjógvin sum vaktarskip í oljuvinnuni. Men uppgávurnar fækkast, og skipini gnadda gummi á Hulki.

– Eg fór at hugsa um, at kanska hevði tað loyst seg at umbygt kubatrolararnar til fiskiskap undir Føroyum. Skipini høvdu hóskandi stødd, eina fína last og ivaleysa stór manningarúm. Men spøl, maskina, hjálpimotorar og tólini á brúnni kundu ikki nýtast, sigur Olaf Olsen.

Tað er byrjanin til Beta, sum í 29 ár rekur fiskiskap við Føroyar. Beta hevur verið gjøgnum fleiri kreppur. Eitt nú oljukreppuna í 1979, ið noyddi reiðaríið at leggja um til partroling. Og undir djúpu kreppuni fyrst í nítiárunum fór felagið í gjaldsteðg. Tíðarskeiðið eftir kreppuna, tá ið lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi, fyrst við kvotuskipan og seinni fiskidøgum, verður eisini lýst bókini.

Beta hevur eisini gingið á odda við at endurnýggja heimaflotan. Skipini, ið Beta stutt eftir aldarskiftið gjørdi sáttmála um við spanska skipasmiðju, eru framvegis nýggjastu skip, ið føroyingar hava latið byggja til fiskiskap undir Føroyum.

Samanumtikið eiga Beta og kubatrolararnir sín stóra leiklut í nýggjari fiskivinnusøgu. Søgan um Beta endar, sum stjórin í felagnum flestu árini málber seg í bókini, sum ”eitt punktum í ótíð”. Knappliga verður Beta selt fyri 105 milliónir krónur, og keyparin er Føroya Fiskavirking. Eisini henda sølan verður lýst í bókini.

Søgan um Beta verður fyrst og fremst lýst gjøgnum Olaf Olsen, ið meira enn nakar annar var ímyndin av reiðarínum øll árini. Jón Brian Hvidtfeldt hevur skrivað bókina, sum er um 300 síður og fæst í bókasølunum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo