Hetta er sjeynda bókin í røðini.
Bókin tekur evni upp innan undirvísing, læring og eftirmeting. Hon setur námsfrøði, sum vit kenna hana, í nýggj sjónarhorn og setur spurningar við vanliga hugsan á økinum.
Bókin er greinasavn, 23 greinir, sum viðgera, hvussu stóran týdning svøvnur hevur fyri læring, hvussu tímatalvur kunnu elva til strongd, hvussu kapping í einum skúla kann køva læringina, hvussu metodufrælsið hjá lærarum má virðast, og mangt annað.
Ritstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo