Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

NÁM: Fríggjadagin 10. mars verður útgávutiltak ísv. at Føroysk bókmentasøga 2 kemur út.

Fyrsta bind, sum kom út í 2011, rakk til aldaskiftið 1900. Í hesum bindinum førka vit okkum inn í nýggju øldina, tá føroyska bókmentaøkið av álvara fór at blóma. Føroysk bókmentasøga 2 fevnir um tíðarskeiðið 1900-1939, og hetta tíðarskeiðið er stórur vøkstur í bókmentum, ikki minst veksur talið av tekstsløgum. Rák uttan úr heimi seta síni frámerki á føroyskar bókmentir, føroyskt mál tekur seg fram, og trúartekstir gerast føroyskir. Harafturat fær týðing alt størri týdning. Hetta er somuleiðis tíðarskeiðið, tá føroyskar barnabókmentir verða floygdar við søgum, sangum, barnablaði og myndprýðingum til børn. 

Í hesum bindinum taka fagurbókmentir dik á seg. Hetta er tíðin, tá høvundar sum Hans Andrias Djurhuus, Janus Djurhuus, William Heinesen, Christian Matras, Mikkjal á Ryggi og aðrir stíga fram. Í bókini verða útgávur og verk lýst og greinað, sum kasta ljós á evni, ið hava upptikið føroyskar høvundar í eini tíð við kríggi, umfarsóttum og kanska eini tilveru í útlegd, men eisini við stórari samfelagsligari framgongd. Hetta var samstundis tíðarskeiðið, tá kvinnur fingu valrætt, og børn vóru viðurkend sum bólkur við bókmentaligum tørvi og áhugamálum.

Talan er um eitt stórt verk, sum telur knappar 800 blaðsíður. Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir, professarar á Føroyamálsdeildini, hava lagt verkið til rættis og skrivað meginpartin. Aðrir høvundar eru Kirsten Brix og Leyvoy Joensen.

Bókin verður at fáa til keyps í bókahandlunum.

Framløga verður ísv. útgávuna á Námi á Hoyvíksvegnum 72 fríggjadagin 10. mars kl. 15.

Øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo