Innsent: Jóhannes Miðskarð, PhD, undirvísti í 10 ár á námsvísindadeildini í skúlaleiðslu og dagstovnaleiðslu. Nú hevur hann savnað megininnlitini um hesi viðurskifti í eina stutta bók.
Bókin er skrivað út frá føroyskum viðurskiftum. Men er á enskum, so skúlar og dagstovnar í øðrum londum eisini kunnu fáa gleði av vitanini.
Til tess at tilfarið kann nýtast í øðrum londum, so verður gjølla greitt frá kontekstinum í Føroyum á fyrstu síðunum í bókini.
Harnæst verður greitt frá, at leiðari og starvsfólk ganga í síni egnu námsfrøðiligu-leiðslu-bløðru í Føroyum. Hetta er ikki bara í Føroyum, men er funnið í nærum øllum londum.
Jóhannes Miðskarð vísir í bókini á, hvussu bløðrurnar kunnu møtast. Men mugu tó ikki smelta saman!
Tá bløðrurnar møtast, so kann námsfrøðiliga leiðslan í einum dagstovni ella skúla samskapast.
Bókin eitur “Relate and Educate – cocreating pedagogical leadership”. Her skal viðmerkjast at orðið “education” á enskum eisini kann merkja “dannilsi” og ikki bert “útbúgving”, sum vit ofta umseta tað til.
Bókaframløgur vera í Hølunum hjá Føroya Pedagogfelag mánadagin 6. mars kl. 20,00 í Tungugøtu 1 í Tórshavn, týsdagin 7. mars kl. 15,00 í hølunum hjá Føroya Lærarafelag í Pedda við Stein gøtu 9 í Tórshavn og mikukvøldið 8. mars kl. 19,00 á Klaksvíkar Bókasavni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo