Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Føroyska bíbliufelagið: Nú ber til at lurta eftir livandi upplestri av Nýggja Testamenti á netinum og á fartelefonini. Far inn á heimasíðuna Bible.is ella legg appina Bible.is inn á fartelefonina. Heimasíðan og appin er á enskum, men ein góð brúkaravegleiðing liggur á heimasíðuni hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo. Eisini eru nú møguligt at royndarlesa 2. Mósebók í nýggju Bíbliuni – nærri kunning á heimasíðuni.

Á páskum hoyra vit um, hvussu gott vinarlag og felagskapur eftir stuttari tíð kann sindrast. Lærusveinarnir høvdu í heili trý ár fylgst við Jesusi og lært hann og boðskapin at kenna í orðið og verki; ein fullkomin útbúgving til eitt fullkomið lív, kundi ein hugsa.

Men so fór alt í upploysn!

Allir lærusveinarnir sviku, tá ið mest stóð á - ja, sjálvur Frelsarin merkti menniskjaligan veikleika, sveittaði blóð og bað Faðirin um at sleppa undan skálini, hann skuldi tøma. MEN, so koma orðini: «Tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt» (Mark 14,36).

Hesi orð broyttu heimin - fyri teg og meg. Trúgv og felagskapur, sum er bygdur á mannadygdir, er svikaligur. Tað krevst heilt annað tilfar og tað var júst tað, Jesus hevði, tá hann legði seg í Guds hond og vilja.

Lat okkum takka Jesusi, at hann gav seg sjálvan á krossinum, fyri at bjarga øllum heiminum. Við krossin, kann hvørt menniskja í heiminum játta sína synd og gerast fræls frá dómi og deyða.

GLEÐILIGAR PÁSKIR!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo