Bókadeildin gevur út sjey bøkur í ársins fyrsta bókaumfari! Les meira um allar bøkurnar niðanfyri.
Nert og føl. Eg elski teg
Ein frálík bók til tey smáu børnini, sum vit elska! Kínið teimum bleytu bamsunum og mjúku kaninunum, ímeðan tit klemmast og lesa.
Bókin er ein pappbók, 12 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ára gomul.
Dinosauravinir - Ferðin
Kom við í Dinosauraríkið og hoyr spennandi og stuttligar søgur um Rasmus og Trygva og allar hinar dinosauravinirnar.
Trygvi undrast á, hvat man vera aftan fyri tey høgu fjøllini norðanfyri. Hvat er uttan fyri kortið? Rasmus heldur, at krokodillumýggjabitar, sombihøggormar og skrímslusaurus rexar eru har. Trygvi heldur, at har bara eru fittir dinosaurar. At enda fara teir báðir á eina spennandi ferð at vita, hvat er hinumegin tey loyndarfullu fjøllini.
Lars Mæhle hevur skrivað, og Lars Rudebjer hevur myndprýtt. Silja Aldudóttir týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 50 bls. og til børn, sum eru uml. 2-5 ára gomul.
Dinosauravinir - Skattaveiðan
Rasmus og Trygvi finna eitt loyndarfult skattakort ímillum runnarnar uttan fyri Rex-holuna. Ein virðismikil skattur liggur grivin langt inni í mýriskóginum. Rasmus hevur ikki hug at fara á skattaveiðu – kanska lúnskir sjórænarar eru uppií! Men at enda sannførir Trygvi hann. Á vegnum møta teir fleiri vandamiklum forðingum. Finna teir skattakistuna? Og ikki minst: Hvat er í henni?
Lars Mæhle hevur skrivað, og Lars Rudebjer hevur myndprýtt. Silja Aldudóttir týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 50 bls. og til børn, sum eru uml. 2-5 ára gomul.
Kanningarbólkurin 1 – Skúmfidusmaskinan
Kanningarbólkurin er stuttlig og spennandi røð til ungar lesarar. Ella og Felix fara avstað við luftskipinum fyri at finna út av, hvat er galið við skúmfidusmaskinuni. Á vegnum møta tey óhugnaligum sjórænarum, løgnum robottum og ótrúligum uppfinningum.
Bobbie Peers hevur skrivað, Sandra Steffensen hevur myndprýtt, og Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 92 bls. og til børn, sum eru uml. 6-9 ára gomul.
Kanningarbólkurin 2 – Skjaldbøkukanónin
Ella og Felix eru farin í oyðimørkina at kanna, hví tað regnar við skjaldbøkum. Skjótt finna tey út av, at tað eru teir óndu piratfiskasjórænararnir, sum standa fyri álopinum.
Fara tey at klára at vinna á piratfiskasjórænaraherovastanum og steðga skjaldbøkuregninum?
Bobbie Peers hevur skrivað, Sandra Steffensen hevur myndprýtt, og Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 92 bls. og til børn, sum eru uml. 6-9 ára gomul.
Loyndarmálið hjá varúlvinum
Tað er eldur í skóginum í Eldsala. Alt bendir á, at eldurin er ífestur, at onkur ger tað við vilja. Samstundis hoyrir Herbert óhugnalig ýl í skýmingini, og stór hundalíknandi skepilsi lúra ímillum trøini. Vinirnir Herbert og Sally verða drigin inn í eitt loyndarmál, sum er vandamiklari enn nakar av teimum hevði ímyndað sær. Kunnu tey bjarga Eldsala?
Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókini Sombifepur.
Kristina Ohlsson hevur skrivað, og Tórhallur við Gil týddi úr svenskum. Bókin er heft, 284 bls. og til børn, sum eru uml. 10-12 ára gomul.
Stjørnucrush
Karolina við K er ein púra vanlig genta úr einum púra vanligum staði, sum verður forelskað í einum púra vanligum dreingi á „tvingsilskampingtúri” við ommuni. Alt er faktiskt perfekt, men tað er okkurt, sum Mattias fjalir, okkurt, sum hann ikki vil fortelja. Kann tað vera, at hann ikki er heilt vanligur? Tað verður til forelskilsi, fyrsta mussin og nógvar fløkjur.
Kirsti Kristoffersen hevur skrivað, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókin er heft, 82 bls. og til ung.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo