Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í dag fekk Rakel Helmsdal virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir á Býarbókasavninum í Havn

Fyrstu bøkurnar frá Bókadeildini eftir summarferiuna eru nú í handlunum. Umframt eina nýggja bók eftir Elsubeth M. Fossádal, er ein nýggj søga um Pettson og Findus og fyrsta bókin í nýggjari røð um heimsins besta kotutýðara!

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið spældir í Føroyum

Fróðskaparrit nr. 62 í røðini er prentað við sjey vísindaligum greinum og yvirlit yvir nýggjar ph.d.arar í 2014-2015. Ritstjórar eru Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará og Magni Mohr. Permumyndina hevur Silja Strøm gjørt

Tað er ikki stórvegis undirtøka fyri ebókum í Føroyum, fáar e-bøkur koma út á føroyskum. Tað var høvuðsorsøkin til, at bókapallurin VITRA lat aftur herfyri

Heimsins ríkasti rithøvundur triðja árið á rað er James Patterson (69) - sum hálaði yvir 628 milliónir krónur inn á bankabókina seinasta ár

Nú Føroya størsta tónleikatiltak, Summarfestivalurin er, leita tveir av høvundunum sær til Klaksvíkar, og fara at hugleða úr rokksøguni

- Tað er av størsta týdningi at umseta føroyskar bøkur til fremmand mál, tí øll verðin býr í øllum málum. Eisini tí føroyska, sigur norskur ritstjóri í samrøðu í nýggjasta blaðnum hjá Atlantsflogi um FarLit

Stuttsøgan 'Implant!' gongur fyri seg í nærari framtíð í einum heimi har íbúgvarnir eru merktir við elektroniskum chippi og verða eygleiddir í øllum geranðisviðurskiftunum

- Eg hugsaði við mær, at hesi liva helst eitt heilt vanligt og kærleiksfult lív sum vit onnur. Eitt lív við øllum, sum eitt lív á jørð nú einaferð bjóðar. Hvussu kann tað vera skeivt? spyr Edvard Nyholm Debes

Edvard Nyholm Debess, sum vit kenna mest frá tónleiki, útvarps- og sjónvarpsarbeiði o.ø. hevur altíð havt stóran tokka til fotografi, og hevur tikið myndir alt lívið

Mánadagin 5. juli kemur bókin "Fiskiskapur - fjølbroyttar ásetingar," sum Óli Samró, búskaparfrøðingur og fiskivinnuráðgevi, hevur skrivað

35 ára gamli svenski bloggarin og rithøvundurin, Fredrik Backman, las religiónsvísund, men gavst og fór at koyra trukk. Tað er líkasum forspælið til ritverkið, sum tey lærdu siga, hjá nýggja svenska metseljaranum í bók og á filmi

Í dag 21. juni kemur nýggj skaldsøga út. Tað er skaldsøgan Óendaliga vera eftir Marjuna S. Kjelnæs

- Hvørt barn í bygdini fær navnið við í bókina, sigur Snorri Brend, rithøvundur. Børnini skulu skriva okkurt jaligt um, hví tað er so gott í Norðdepli

Norska TV2 hevur kannað hvat nakrar av væl umtóktu og kendu barnasjørnunum úr søgunum og sjónvarpssendingunum eftir Astrid Lindgren, gera í dag

Størsta myndlistaverk, sum nakrantíð er givið út á føroyskum forlagi, kemur út í dag kl. 16

Í dag kom bókin Økislistafólk, sum lýsir ein part av Listaleypinum í vár, tá skúlar og listafólk arbeiddu saman um kreativu dimensiónina í ein mánað. Stigtakari er Hedvig Westerlund-Kapnas

Tað er bókin Tilverutankar. Stuttsøgur og hugleiðingar. David Johannesen, prestur hevur skrivað

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið spældir í Føroyum

Í dag fingu næmingarnir í 4. flokki í Norðskála-Oyrar skúla bókina Lukka, sum er gáva frá Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum í samband við, at felagið í ár verður 35 ár

Í hesum døgum fyllir almenna kjakið um eina føroyska filmsvinnu alsamt meira. Filmsgrunnurin er voksin støðugt seinastu árini, og fáa føroyingar um hesa tíð í næsta ári eisini eitt sonevnt Filmshús

Týsdagin 17. mai var bókaútgávutiltak í hølunum hjá Dugna á Hjalla við nýggju bókini hjá Jógvani Zachariassen. Hetta er fjórða bókin, hann hevur skrivað

Greivafrú Alexandra er farin undir at skriva eina bók. Í løtuni skrivar hon eina akademiska bók um forrætningsetikk, skrivar BT

Nýggja bókin Kroppur, kenslur og kynslív er handbók til tannáringin við upplýsingum um alt tað, sum hendir í hesum týdningarmikla tíðarskeiðinum í lívinum

Sunnudagin 8. mai kl. 18 verður leskilig bókaframløga á kunningarstovuni í Nólsoy har bókin Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat eftir Joan Sørinardóttir verður løgd fram

Týska mállæruhjólið hjá Námi er ovast á sølulistanum í Gamla Bókahandili á Vaglinum í Havn, har bókaútsøla er í løtuni

Landsbókasavnið hevur nú gjørt upp, hvussu nógvar bøkur komu út í fjør. Í 2015 vórðu 223 nýggjar føroyskar bøkur skrásettar í føroyska bókalistanum. Tá eru endurútgávur eisini taldar við

Rithøvundarnir Jóanes Nielsen og Tóroddur Poulsen luttaka á bókmentadøgunum Løve’s Litterære Dage í Aarhus, fríggjdag 29. apríl til sunnudag 1. mai

- Hetta er okkara størsta hóttan, heldur rithøvundurin Flemming Rose, sum er á gøtuni við eini nýggjari bók

Í dag legði nýggi ritstjórin, Dorit Hansen, fram bind nummar 83 av Varðanum. Samstundis fortaldi hon væl uppløgd, at í dag vóru tjúgu ár síðan hon átti elsta sonin, Magni, og hon mintist, at jarðarmóðirin tá segði: "Rópa minni, pressa meir!"

Í hesum Varðanum eru stuttsøgur, yrkingar, greinar, ummæli, eitt úrval av list og ein rithøvundasamrøða

- Tað eru 25 rithøvundar og seks týðarar við í hesum fyrsta Varðanum, so eg vil loyva mær at siga, at fjølbroytni er eitt eyðkenni, sigur Dorit Hansen í práti við Birkblog í dag

Svenski rithøvundin Lars Gustafsson doyði síðstu nátt eftir at hava verið sjúkur, skrivar Expressen

Sámal Matras Kristiansen hevur eina grein um undirvísingartilfar í internetøldini. Hon viðger hóttanir og avbjóðingar við Internetinum í einum námsfrøðiligum samanhangi

Bókadeild Føroya Lærarfelags hevur lagt hart út í 2016 við tíggju útgávum harav tvær eru upprunaføroyskar – og fleiri bøkur eru á veg!

Kvæðini í verkinum “Føroya kvæði” eru nú savnað á Snar. Árni Dahl hevur við játtan frá Mentamálaráðnum staðið fyri at gera kvæðini til talgildan tekst

"Eg síggi teg betur í myrkri – Forspæl til ein gleðileik" eftir Carl Jóhan Jensen er føroyska innstillingin til norðurlendsku bókmentavirðislønina 2016

Í 2012 fekk Sissal Kampmann debutantheiðursløn Klaus Rifbjergs fyri hennara fyrsta savn Ravnar á ljóðleysum flogi – Yrkingar úr uppgongdini

So var hon her, frágreiðingin “Haruveiðan í Føroyum 2015”. Frágreiðingin er 44 blaðsíður

Ummælari: Hetta er sum at lesa ein kátan Pól F. Tað er forlagið Rotin, sum gevur út

J.H.O. Djurhuus (1881-1948) er uttan iva tað skald, sum hevur havt størstan týdning fyri føroyskar bókmentir yvirhøvur

Tann heimskendi rithøvundurin doyði í gjárkvøldið. Hann gjørdist 84 ára gamal

Mentanargrunnurin hevur nú avgjørt hvør skal fáa stuðul í 2016. Tilsamans 33 fólk hava fingið starvsløn, og bert ein starvsløn er latin í 3 ár, og hana fekk Eivør Pálsdóttir

Av og á hendir tað, at stórir høvundar uttan úr heimi vitja okkum. Sjaldan so øgiliga langt uttan úr heimi, men kortini fólk, sum eru víða gitin fyri síni avrik

Tað eru longu gingin 9 ár síðani seinasta bókin í Harry Potter-røðini kom út. Men nú kunnu milliónir gleða seg sambært tíðindunum í dag - í summar kemur ein nýggj bók

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er undirvísingartilfar til lærugreinina franskt givið út á føroyskum máli. Talan er um eina sBók, sum fransklærararnir, Hanna Jensen og Hallgerð Brim, hava týtt úr donskum og tillagað til føroyskt

Føroyski bókamarknaðurin er so mikið avmarkaður, at tað ber ikki til at hava útsølu við føroyskum bókum hvørt ár, men at halda hesa bókaveitslu annaðhvørt ár vísir seg at bera sæl til

Minni enn helvtin av íbúgvunum í bretska høvuðsstaðnum eru hvítir bretar, brotsmenn úr Somalia terrorisera forstaðirnar og sjálvt landastrokini eru tilflytarar, avdúkar ein nýggj skelkandi bók