Skaldsøgan er eitt sjálvstøðugt framhald av skaldsøguni Gentan í verðini (2020) og fer fram í Havn miðskeiðis í 1970’unum.
Tann innhugsna "gentan í verðini" gongur nú í studentaskúla í Hoydølum og roynir at fóta sær á gáttini til vaksnamannalívið og í lívinunum har heima, har dagarnir og -næturnar eru merktar av ótryggleika.
Og hon hevur eitt loyndarmál, sum ongin má vita av.
Bókin verður at fáa í bókahandlunum 23. mars. Hon er góðar 300 síður.
Útgevari er nýstovnaða forlagið Asfalt.
Mentanargrunnur Landinds hevur stuðlað útgávuni.
Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt permuna.
Tvær bókaframløgur
Í sambandi við útgávuna vera tvær bókaframløgur í Havn og Runavík við upplestri, samrøðu og bókasignering.
Hóskvøldið 23. mars kl. 19.00 í Paname Café/Gamla bókahandli í Havn, har Ivan H. Niclasen, prátar við Katrina um skaldsøguna.
https://www.facebook.com/events/116697004632127
Mánakvøldið 27. mars kl. 19.30 á Bókasavninum við Løkin, Runavík, har Dania O. Tausen samrøður við Katrina.
https://www.facebook.com/events/3460214810915381
Báðar bókaframløgurnar eru almennar. Og ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo