Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

FarLit: Tað er ikki á hvørjum degi at ein føroysk skaldsøga kemur út í enskari týðing. Hinumegin er mars eftir Sólrún Michelsen kemur nú út í Onglandi. Marita Thomsen hevur týtt bókina, og enska heitið er On the other side is March. Forlagið Francis Boutle Publishers gevur bókina út.

Í sambandi við útgávuna skipar FarLit og føroyska sendistovan í London saman við Francis Boutle Publishers fyri forkunnugari bókaframløgu í Swedenborg Hall í London 19. apríl kl. 19. Til bókaframløguna verður ein samrøða við rithøvundin og týðaran. Jóhanna Heðinsdóttir Wolles, samskipari í FarLit, prátar við Sólrún og Maritu um bókina og um at týða føroyskan skaldskap. Tær báðar fara eisini at lesa brot úr bókini á ávikavist føroyskum og enskum. At enda fer føroyski tónleikarin Dan Olsen at framføra nøkur løg. Eftir framløguna verður ein móttøka.

Hinumegin er mars er ein poetisk lýsing av tí at eldast og bókin leggur dent á týdningin av at steðga á og njóta løtuna. Frásøgukvinnan í skaldsøguni er miðskeiðis í trýssunum og sannkennir av álvara, at tann stytsti teinurin í lívinum er eftir.  Sagt verður frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum, og samstundis í brotum, hvussu tilveran hevur verið fyri hana og dóttrina. Teksturin skiftir ímillum samrøðu, flashbacks og hugleiðingar hjá frásøgukvinnuni, flættað saman við brot úr sálmum, kvæðum og sangum.

Sólrún Michelsen er føroyskur rithøvundur, fødd í 1948. Hon fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs í 2002 og Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens í 2008. Hinumegin er mars var tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015. Nýggjastu bøkurnar hjá Sólrún eru tær tríggjar bøkurnar í røðini Nornan spinnur, sum viðger kvinnulív í Føroyum seinast í 19. øld.

Marita Thomsen er uppvaksin í Føroyum, men býr í Onglandi og hevur arbeitt sum týðari í mong ár. Hon týðir úr føroyskum og sponskum til enskt og hevur týtt alt frá yrkingasøvnum til barnabøkur. Marita býr í Keele við familjuni.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Les meira um tiltakið og melda til á Eventbrite-leinkjuni niðanfyri.

https://www.eventbrite.com/e/594572701957

Fyriskiparar eru Francis Boutle Publishers, føroyska sendistovan í London og FarLit. FarLit er føroyskur stovnur, sum arbeiðir fyri at fáa føroyskar bókmentir út í heim.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo