Talan er um eina realistiska skaldsøgu, sum líðandi gerst meira spennandi.
Hon er um eina einliga mammu, sum hevur búð uttanlands í nógv ár og flytur aftur til Føroya við soni sínum. Tey royna at fóta sær á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðnum, men tað vísir seg, at vandar liggja og lúra. Stríðast má fyri glottunum í gerandisdegnum í hesi søguni um broytingar á lívleiðini, vinaløg, tráan, brotsgerðir og nýbornan kærleika. Bókin hevur verið lýst sum ”filmisk” av einum viðmerkjara.
Bókin er 342 síður og verður útgivin á Forlagnum Brúgvin. Hetta er triðja bókin eftir høvundan. Hinar báðar eru ”Søgur úr býnum”, ið kom út í 2019, og ”Hult og dult”, ið kom út í 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo