Varðin: Útskifting hevur verið í ritstjórnini á mentanarritinum Varðanum. Sanna Klein og Sanna Andrassdóttir Dahl, sum hava myndað Varðan seinastu trý árini saman við Rakel Helmsdal, eru farnar úr ritstjórnini, meðan Nansý Sunadóttir og Sámal Soll eru komin í ritstjórnina.
Nýggja ritstjórnin ætlar at halda fram eftir nøkulunda sama leisti, sum undanfarna ritstjórn hevur arbeitt eftir seinastu trý árini.
Sum einasta mentanarrit í Føroyum er tað týdningarmikið, at Varðin endurspeglar lista- og mentanarumhvørvið í Føroyum so breitt sum gjørligt og at allar listagreinar kenna seg umboðarar. Harumframt skal Varðin rúma bæði royndum høvundum og debutantum.
Tað liggur hesi ritstjórnini, eins og undanfarnu, nær, at debutantar hava ein pall í Varðanum. Tá ein høvundur byrjar at vilja lata umheimin síggja tekstir sínar, er tað oftast eitt ov stórt stig at hava ein heila bók klára og fara til eitt forlag. Fær debutanturin noktandi svar longu tá, er kjansur fyri, at hann gevur skarvin yvir beinanvegin. Hevur hann latið tekstir á prent í tíðarrit áðrenn, hevur hann longu roynt seg og er betur brynjaður.
Miðað verður eisini eftir at hava eina javnvág ímillum mentanargreinar, ummæli og skaldsligar tekstir.
Ritstjórarnir
Tað er avgjørt ein styrki, at ritstjórarnir hava ymiskar bakgrundir.
Nansý Sunadóttir er útbúgvin BA í føroyskum máli og bókmentum. Hon starvast dagliga í Gamla Bókhandli. Harumframt yrkir hon og onkur yrking hevur staðið í Varðanum.
Sámal Soll undirvísir í føroyskum og enskum á Glasi og hevur skrivað 2 bøkur við stuttsøgum, umframt ein hóp av søgum til børn.
Rakel Helmsdal er yrkislistafólk og hevur m.a. skrivað 25 bøkur fyri allar aldrar. Hon fæst eisini við myndlist og figurteatur og undirvísir í skriving.
Send tilfar inn til Varðan
Ritstjórnin sóknast sjálvandi eftir tilfari til komandi Varðan, hetta kann vera:
- Yrkingar, stuttsøgur og annað nýskrivað tilfar
- Mentanargreinar innan øll listaøki
- Ummæli av bókmentum, myndlist, tónleiki, filmi, sjónleiki, dansi...
- Týðingar av yrkingum, stuttsøgum og viðkomandi greinum
Freist at senda nýtt tilfar til Varðan er 31. mai. Tilfarið skal sendast til ritstjorn(at)mentanarrit.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo