Leirkerið: Í 2019 gav Leirkerið út bókina ‘Viðmerkingar til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti’.
Nú er ‘Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti’ komin.
Høvundur er amerikanski bíbliulærarin og rithøvundurin, Warren Wiersbe.
Sum heitið á bókini sigur, hevur hon stutt brot um hvønn kapittul í Gamla Testamenti. Hetta er fyrri partur – 1. Mósebók til Ester. Bókin hóskar eisini væl sum andaksbók.
Bókin er 491 blaðsíður.
Páll á Lakjuni týddi til føroyskt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo