Í dag kemur út bókin Sit hjá mær sum er eitt úrval av lestrum sum Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur skrivað her á netavísini VP.
Hetta er fimta bókin í røðini við lestrum sum Jógvan Fríðriksson hevur skrivað á VP. Jógvan Fríðriksson er ein av trúgvu veitarunum av tilfari til VP, og hevur verið tað uttan íhald og nærum síðani Vágaportalurin sá dagsins ljós.
Sjálvur sigur Jógvan Fríðriksson í formælinum, at tað hevur verið honum ein fragd og gleði at skriva lestrarnar.
- Endamálið er einfalt og tvíliðað: At siga eitt orð um Jesus og vera góður við menniskju, sigur biskupur.
Á permuni er Jógvan avmyndaður saman við konuni, Mariu.
Bókin, sum er innbundin, er 222 síður og kostar eins og undanfarin ár 298 krónur.
Sit hjá mær fæst í bókabúðunum kring landið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo