Forlagið Leirkerið: „Orð úr Orðinum“ er bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli hevur hildið síðstu mongu árini, hann hevur vitjað heima í Føroyum.
Talurnar eru settar upp í stutt brot, og bókin hóskar væl, bæði sum andaktsbók og handbók at sláa upp í.
Óli er klaksvíkingur. Í 1965 flutti hann til USA og hevur búð har síðan – undantikið eitt tíggjuáraskeið á Filipsoyggjunum.
Eftir lokna útbúgving innan tvørmentanarliga trúboðan arbeiddi Óli sum lærari og seinni leiðari á málskúlanum hjá trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission.
Í 1983 flutti hann við familjuni til Filipsoyggjarnar og var leiðari fyri arbeiðinum hjá New Tribes Mission har í landinum.
Síðan 1993 hevur hann verið partur av høvuðsleiðsluni hjá New Tribes Mission.
Óli er giftur við Judy, og tey eiga dreingirnar Dan og Don. Tey hava fleiri ommu- og abbabørn og hava nú eisini langommu- og langabbabørn.
Óli og Judy búgva í statinum Alabama, men ferðast enn nógv runt allan heim.
New Tribes Mission felagsskapurin hevur fleiri túsund trúboðarar kring heimin, so tey hava nóg mikið at gera.
Ragnar Niclasen, trúboðari á Filipsoyggjunum, skrivar í káputekstinum á bókini:
„„Av Grønlands ísi gráum, úr stóra Afrika, ...“ Sangurin minnir meg á dreingin, sum sleit sínar barnaskógvar á Ziskatrøð í Klaksvík, men sum síðan hevur búð víða um, ferðast nógv og ger tað enn.
Mong kring knøttin hava notið gott av talunum hjá Óla, veri tað seg á føroyskum ella enskum, í stórari samkomu ella í eini smáttu í frumskóginum. Boðskapurin er altíð greiður, einfaldur og lættur at minnast.
Vón mín er, at tú, sum lesur bókina, fært at kenna hjartað brenna í tær, sum Skriftin verður latin upp gjøgnum talurnar hjá Óla á Grømma.“
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo