Harry Prinsur leggur ikki fingrarnar ímillum tá hann í nýggjari bók skrivar um sítt lív.
Hann nevnir millum annað í bókini, at hann tá hann var hermaður og útsendur til Afghanistan, sjálvur gjørdi enda á 25 fólkum. Harry var í herinum í 10 ár, og var í Afghanistan í tveimum umførum.
Í bókini, sum á donskum hevur heitið "Reserven" kemur hann eisini inn á nógv annað. Millum annað illstøður ímillum seg og beiggjan, William, sum einaferð skal hava sligið yngra bróðirin niður. Eisini skrivar hann, at hann tá hann var 17 ára gamal tók rúsevni, eitt nú kokain.
Bókin er ikki komin út enn, men sumt úr henni er likið til enskar miðlar. Hildið verður fyri vist, at trupla støðan sum Harry prinsur longu frammanundan hevur í bretska kongshúsinum neyvan verður betri eftir hetta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo