Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nýggj bók er komin út um 25 ára gomlu víkargentuna, Deanu Jacobsen, ið hvarv í Grønlandi í 1966 og ongantíð sást aftur.

Leivur Hansen hevur skrivað og Mentanargrunnur Studentafelagsins  gevur út.

Við samrøðum og skjølum, ið higartil hava verið í varðveitslu hjá landsskjalasøvnunum í Grønlandi og Føroyum og ongantíð eru almannakunngjørd áður, roynir høvundin at lýsa, hvat hendi áðrenn, undir og aftaná sorgarleikin í Grátufjørðinum, har Deana var kokkur hjá tveimum útróðrarbátum úr heimbygdini.

Talan er um eina bergtakandi, hjartanemandi, forvitnisliga og stundum bersøgna frásøgn um ungu víkargentuna, sum bert hevði verið har yviri í 10 dagar, tá hon á sera gátuføran hátt hvarv.

Trúlovaði hennara var við øðrum bátinum, sum hon var kokkur hjá, og ætlanin var, at tey bæði skuldu giftast, tá tey komu heim aftur um heystið.

Bókin "Deana - víkargentan, ið hvarv í Grønlandi og ikki sást aftur," er prentað á Føroyaprenti. Hon er 118 síður.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo