Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Síðan 2011 er talið av ferðandi umvegis Vága Floghavn økt við 90,000 ferðafólkum. 292,393 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin í 2016 og er hetta ein vøkstur á 5,8 % í mun til 2015.

Stór framgongd í føroyskari flogvinnu
Umstøðurnar við flogvøllin eru nógv mentar seinastu árini, og eisini eru møguleikarnir at fremja --flogvinnu til og frá Føroyum og mæguleikarnir at ferðast til og frá Føroyum eru nógv mentir. Føroysk og útlendsk ferðafólk kunnu nú flúgva til fleiri ferðamál enn nakrantíð áður. Seinasta stóra frambroti var nýggi A320 hjá Atlantic Airways.

Eisini sjálv ferðavinnan hevur ment seg nógv, og tað eru alsamt fleiri tilboð til ferðafólkini, tá ið tey koma til Føroyar. Hækkaði stuðulin til Visit Faroe Islands hevur gjørt, at tey eisini hava megnað at framleitt gott tilfar, og hava góð starvsfólk, sum kunnu vegleiða ferðafólk, tíðindafólk og ferðavinnusmiðir.   

Vága Floghavn í stórari menning
Vøksurin setur síni krøv til umstøðurnar við flogvøllin, og Vága Floghavn er longu í holt við, at útbyggja parkeringsøki við umleið 400 parkeringsplássum. Tað arbeiði verður væntandi liðugt í oktobur 2017.

Harumframt, so hevur Vága Floghavn í hyggju at leingja baggagubondini, og útbyggja baggaguhøllina. Eisini verður arbeitt við at útbyggja kekk inn, soleiðis at tað kann ganga enn skjótari, tá ið nógv ferðafólk skulu avstað um somu tíð.

Arbeitt verður eisini við at útbyggja trygdarøki, sum er øki, har hondbaggaga verður kannað áðrenn fólk fara innum til tollfría øki. Arbeitt verður við at taka eitt band afturat í nýtslu, so at tað verða tvey bond har trygdareftirlit verður framt.

Arbeitt verður eisini við at gera eitt standpláss afturat til flogfør, og eisini verður arbeitt við at menna innflúgvingartólini á flogvøllinum enn meira, soleiðis at reglusemi verður enn betur.

Vænta fleiri ferðafólk í 2017
Vága Floghavn væntar eisini vøkstur í 2017, og umboð fyri føroyska ferðavinnu hava longu meldað út, at tey hava met nógvar bíleggingar í 2017.

”Atlantic Airways og Visit Faroe Islands hava gjørt eitt megnar arbeiði at fáa ferðafólk til Føroyar, og tey gera nógv fyri at tryggja føroyingum góðar møguleikar fyri at koma út í heim”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

”Tilgongdin við, at SAS í marts og  Loganair í maj byrja flúgving til Føroyar fer bert at styrkja um støðuna hjá føroyskari ferðavinnu. Bæði feløgini hava eitt stórt tilfeingi av ferðafólkum har sum tey frammanundan virka, og nú fáa hesi somu viðskiftafólk møguleikan at ferðast beinleiðis og óbeinleiðis til Føroyar. Eisini gevur hetta føroyingum fleiri møguleikar at velja ímillum, tá ið føroyingar skulu ferðast út í heim” sigur stjórin.

Eisini vónar hann, at jaliga gongdin við at alt fleiri flogfeløg og flogtypur royna seg á flogvøllinum fer at halda áfram. Lufthansa, Wizzair og onnur feløg royndu flogvøllin fyri fyrstuferð í 2016. Arbeiði við at tekkjast flogfeløgum og arbeiði fyri, at onnur flogfeløg byrja fasta flúgving uppá Føroyar heldur eisini áfram í 2017, leggur hann afturat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo