Tað er ikki nakar ógreiður og fløktur spurningur hjá fyrsta nevndarformanninum í bæði Pf. Vágatunnilin og Pf. Norðoyatunnilin, Klæmint Weihe, um ókeypis skuldi vera at koyra í tunlunum báðum, tá ið teir eru útgoldnir.
Klæmint Weihe, sigur í eini Facebook-viðmerking soleiðis:
- Sum nevndarformađur í P/F Vágatunnilin tá, var eg við til at gera avtaluna við Vinnumálaráðið.
- Avtalað varð, at partafelagið við 160 mio. kr. í partapeningi, skuldi latast landinum aftur, tá lániskuldin var goldin og at tunnilsgjaldið skuldi avtakast, skrivar hann.
Spurdur um hetta stendur nakrastaðni niðurskrivað, svarar Klæmint Weihe, at soleiðis minnist hann tað, og at hetta stendur helst í onkrari fundarfrásøgn í Vinnumálaráðnum.
- Tað varð ongantíð borið uppá mál, at partapeningurin skuldi gjaldast aftur, men at partafelagið skuldi latast landinum aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo