Vága Prestagjald og Ítróttarfelagið Frælsi: Nýggjársdag, hin 1. januar 2017, verður fyri 12. ferð skipað fyri nýggarsrenning í Vágum.
Hesaferð verður runnið frá skúlanum í Gásadali til kirkjuna í Bø. Øll kunnu vera við, bæði til gongu og renna. Tiltakið er ókeypis.
Byrjað verður í Gásadali kl. 14.00, og komin á mál, verður frukt og vatn at fáa, fruktina hevur Vága Keypsamtøka givið.
Rennarar og gongufólk kunnu skifta í skúlanum í Bø.
Kl. 15.00 verður nýggjársguðstænasta í Bíggjar kirkju við Ingu Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo