Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ian Joensen, vanliga nevndur ”Bónda Ian” í Miðvági, hevur í 2016 verið røktingarmaður á hagapartinum Norðaraleiti í 70 ár. 

Ian byrjaði at røkta sum 14 ára gamal í 1946, tá eldri bróðurin Hans Christoffer “Hassi” fór til Noregs á Landbúnaðarskúla. Hann passaði tá garðin saman við beiggjanum Marius Joensen, “Bónda Marius”, til Hassi kom aftur í 1947. Hassi byrjaði at røkta í 1939, eisini sum 14 ára gamal.

Eftir at Hassi kom aftur til Føroyar í 1947, røktaðu teir báðir brøðurnir, Hassi og Ian saman í næstan 60 ár til Hassi doyði í 2006. Eftir tað hevur Ian røktað á Nordaraleiti saman við elsta soninum Jógvan Páll Joensen. Teir røkta saman enn.

Fríggjadagin hin 30. desember var skipað fyri lítlari heiðursløtu, har festarin  og bróðursonur Ian, Jógvan Joensen, handaði eina heiðurstalvu úr gróti sum tøkk og viðurkenning fyri tey 70 árini, Ian hevur verið røktingarmaður. Nakrir av teimum mongu fjallmonnum, sum hava gingið á fjall á Norðaraleiti hesi mongu árini, Ian hevur røktað, vóru til staðar undir handanini.

Myndir: Jógvan Joensen, Miðvági.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo