Sørvágs Country & Blues Festivalur: Í dag verða tvey tey fyrstu nøvnini avdúkaði.
Tað føroyska navni er ongin annar enn ein tann mest umtókti blusarin í Føroyum, Uni Debess. Hann hevur spælt á festivalinum fyrr, og hevur havt ómetaliga góðar løtur á pallinum í Sørvági.
Tað útlendska navni er Music Road Pilots úr Hollandi. Teir spæla modernaðan country rock/pop tónleik. Ì Nashville 2016 vóru teir nomnieraðir til at gerast besti bólkur í heiminum, innan fyri nýmótans country.
Meira kann lesast á www.country.fo og á facebook/country.fo
Prísurin á atgongumerkjunum hækkar í morgin 2/1-2017.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo