Tað fara framhaldandi at vera fýra løgreglufólk í Vágum, hevur ovasta leiðslan í løgregluni avgjørt.
VP skrivaði herfyri at talið skuldi skerjast niður í tvey løgreglufólk frá 6. februar komandi ár í sambandi við bygnaðarbrotyingar, men tað verður av ongum.
Vága kommuna og Sørvágs kommuna vóru hart ímóti hesi ætlan og heittu staðiliga á Fútan um ikki at skerja men heldur at økja talið av løgreglufólkum í Vágum.
- Vit í oynni hava stórar avbjóðingar. Flogvøllurin liggur her vesturi. Eisini vita vit um, at sera nógv rúsevni er millum ungdómin í oynni.
- Ein avbjóðing, sum løgreglan higartil ikki hevur maktað og sum hevur kostað okkum, at vit hava mist ungdóm til rúsevnismisnýtslu og vandin er stórur fyri, at vit missa fleiri, søgdu kommunurnar báðar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo